Rógvi Baldvinsson hevur fingið landsliðsboð

Rógvi Baldvinsson er við í føroyska landsliðshópinum, sum skal spæla móti Slovenia og Norður-Írlandi.
Tað skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssabandinum.
Brian Kerr, landsliðsvenjari, hevur sent boð eftir verjuspælaranum, sum hevur staðið seg væl á U21-landsliðnum.
Erling Jacobsen, Víkingur, hevur givið avboð, og tí er Baldvinsson boðsendur.
Rógvi Baldvinsson er knýttur at hópinum hjá Ålgård, sum spælir í næstbestu deildini í Noregi.