Órógv undan aðalfundinum hjá FSF

Í dag er aðalfundur hjá Fótbóltssambandinum. Forsetaval er á skránni og nú er røringur komin í

Í dag verður aðalfundurin hjá Fótbóltssambandinum. Á skránni er millum annað forsetaval og nevndarval. Alt sá avgjørt út eftir formansfundin fyrr í hesum mánaðinum, men nú er røringur komin í.

Seinasta tað var forsetaval í Fótbóltssambandinum kom røringur í, tá Høgni í Stórustovu í evstu løtu bleiv stillaður upp av MB, sum mótvalevni til sitandi forsetan, Christian F. Andreasen. Uppstillingin bleiv tikin aftur og Christian F. Andreasen helt fram – tó boðaði hann frá at hetta varð seinasta setan hjá honum.

Nú er aftur forsetaval. Eftir formansfundin fyrr í hesum mánaðinum stillaðu øll 18 feløgini í Føroyum sitandi forsetan uppaftur. Hann tók við, hóast hann ikki ætlaði eina setu afturat. Tað sá út sum ein breið semja, men Dimmalætting skrivaði í gjár, at seks feløg kendu seg villeidd av formanninum hjá KÍ, Tummasi Lervig.

Feløgini, ið ynskja at verða ónevnd, siga at tey blivu villleidd, tí formaðurin segði somu søgu við øll feløgini; at bara tey manglaðu. Tí kendu feløgini seg hvør í sínum lagi, at verða trýst til at taka undir við uppstillingini.

Stríðsval í starvsnevndini

Tað verður eisini stríðsval um nevndarsessirnar í Fótbóltssambandinum. Tríggir starvsnevndarlimir standa fyri vali, og tá freistin var úti, vóru fimm persónar uppstillaðir. Teir, sum standa fyri afturvali eru Fríðin Ziskason, Róin Schrøter og Jákup Martin Joensen.

Fríðin Ziskason og Róin Schrøter eru uppstillaðir aftur, meðan Jákup Martin Joensen, sum hevur verið í farloyvi seinastu tvey árini, hevur boðað frá, at hann stillar ikki upp aftur. Í staðin verður Odmar Selfoss, ið hevur avloyst Jákup Martin Joensen, millum valevnini, og tað sama verða Rúni Herup Olsen og Kenneth Hovgaard.

Aðalfundurin hjá Fótbóltssambandinum verður á Hotel Hilton í dag klokkan 13.