Í Svøríki kann ein skúlastjóri saksøkjast, um skúli hansara ikki stegðar happing av einum barni. Umframt floksins tíma hava svensku skúlarnir eisini ein undirvísingartíma hvørja viku í kensluligum skynsemi, og allir svenskir skúlar hava væl skipað stuðulstoymi, sum tryggja trivnaðin í gerandisdegnum.
Í Føroyum verða skúlaleiðslur eggjaðar til at viðgera happing, men tað er onki krav. Kanningar eru gjørdar, sum vísa happing millum børn og tunglyndi millum ungdómar, men landsstýrismaðurin í mentamálum hevur sagt, at tað er ov dýrt at innføra floksins tíma aftur í skemaðið. Onkrir lærarar brenna fyri at fáa børnini at trívast, men ongin yvirskipað trivnaðarætlan er fyri føroyska skúlaverkið, og í Føroyum siga tríggjar ferðir so nógv børn seg verða happaðan sum í Svøríki.
Føroyska Anna Dalsgaard hevur fyri stuttum verið í Svøríki og fingið sær praktiskan íblástur til sítt arbeiðið sum trivnaðarráðgevi. Og eftir at hava verið nakrar mánaðar á svenskum skúla, er tað næstan skelkandi at koma aftur til føroyska veruleikan.
Føroyska tosið um at uppraðfesta tað fakliga í mun til trivnaðin, heldur hon vera púra burturvið, tí tingini kunnu ikki skiljast sundur. PISA kanningin kann ikki standa einsamøll, men má viðgerast saman við nýggju kanningunum um happing og tunglyndi, og hon er eisini samd við Stig I. Sørensen, sum Sosialurin hevði samrøðu við í gjár, um at arbeiðið ímóti happing má rótfestast í føroysku skúlaskipanini.
Føroyska fólkaskúlalógin sigur, at øll skulu hava møguleika at læra. Men vit liva ikki upp til hesa lógina, heldur Anna Dalsgaard, tá meira enn sjeyndi hvør næmingur líður undir happing. Tí hesi børn hava ikki møguleika at læra.
- Tá landsstýrismaðurin legði úrslitini frá happingarkanningini fram, virkaði hann næstan uppgevandi, tá hann segði, at arbeiðið móti happing hevði stóran týdning, men vit hava ikki ráð til at innføra floksins tíma. Hann kom ikki við nakrari konkretari ætlan fyri, hvat kann og skal gerast, sigur Anna Dalsgaard, sum just heldur tað verða altavgerandi, at konkret tiltøk verða sett í verk.
Ólógligt at happa
Anna Dalsgaard varð útlærd sum lærari í 1993 og hevur arbeitt sum lærari í Havn og Keypmannahavn. Í 2001 tók hon diplomútbúgving í sálarfrøði frá Dansk Pædagogisk Universitet, og hetta seinasta árið hevur hon millum annað verið á einum fólkaskúla í Malmø fyri at kanna, hvussu tey arbeiða við trivnaðinum har.
- Svøríki er eitt undangonguland, tá tað kemur til trivnað og stríðið móti happing, greiðir Anna Dalsgaard frá.
Í Svøríki eru tann sosiali hugburðurin so inngrógvin í skúlaskipanina, at tað ongantíð er ein spurningur, hvørt tað fakliga skal viga meira enn trivnaðurin ella øvugt. Har tykast øll sannførd um, at um tú ikki hevur tað gott, so lærir tú ikki, sigur hon. Svenska fólkaskúlalógin tilskilar greitt, at happing ikki er loyvd í skúlanum. Soleiðis er hvørki í Danmark ella Føroyum. Og svenskir skúlastjórar hava ábyrgd fyri, at henda lóg verður hildin á teirra skúla. Um okkurt mál um happing tekur seg upp, skulu teir prógva, at okkurt verður gjørt við málið, annars kunnu teir saksøkjast. Hetta er eisini hent nakrar ferðir, og skúlastjórar eru dømdir.
- Hetta skapir ábyrgdarkenslu báðar vegir, greiðir Anna Dalsgaard frá. Politikararnir hava ábyrgd fyri at taka hetta øki í álvara og játta pengar til arbeiðið móti happing, og lærarar og skúlamyndugleikar hava greiða ábyrgd at tryggja trivnaðin hjá børnunum.
Men í Føroyum lata vit tilvildina ráða, heldur føroyski trivnaðarráðgevin. Landsstýrimaðurin sigur, at skúlarnir hava pengar at brúka til tað sum teir meta hevur týdning, og so roknar hann við at teir taka happing í álvara. Men hetta, staðfestir Anna Dalsgaard, er ikki nokk. Hon greiðir frá, at hon stutt síðani vitjaði í tveimum føroyskum skúlaflokkum, har annar flokslærarin legði stóran dent á sosiala trivnaðin, meðan hin ikki legði so nógv í tað. Og munurin var øðiligur. Annar flokkurin virkaði sum ein eind og øll sóu út at trívast, meðan børnini í hinum flokkinum so at siga stóðu við rygginum upp í móti vegginum, tí onki samanhald og álit var.
- Men tað kann ikki vera rætt, at barnið trívist í skúlanum, tí tað er so heppi at hava ein góðan lærara, sigur Anna Dalsgaard.
- Teir ídnu og góðu lærararnir eru alla æru verdir, men vit mugu hava eitt lágmark, sum allir skúlar og allir lærarar mugu uppfylla.
Okkurt má gerast
Anna Dalsgaard heldur, at eitt konkret tiltak, sum kundi verið sett í verk, var at koyra eitt royndarprojekt á nøkrum skúlum í trý ár.
- Nú er ætlanin at gera kanningina um happing aftur um trý ár. Tí er tað upplagt at seta eina royndarætlan í verk, har nakrir skúlar fáa játtan til at seta trivnaðin í hásæti.
Og ein slík ætlan kundi passandi brúkt nakrar av royndunum frá skúlaverkinum í Svøríki, heldur Anna Dalsgaard.
Umframt krøvini til skúlaleiðsluna og trivnaðartímar á skemanum, so hava allir svenskir skúlar eisini fleiri onnur tiltøk sum styrkja trivnaðin.
- Hvør skúli hevur eina skúlavertinnu. Hendan er ikki lærari, men er væl lærd í trivnaði. Hon hevur til uppgávu at taka móti fráboðanum um fráveru, gera kaffi til lærararnar, og hon hevur eisini fasta garðvakt í tí langa fríkorterinum. Hetta kann ljóða sum eitt strævið starv, men starvið er høgt í metum, tí hon hevur so stóran týdning fyri tryggleikan bæði millum børn og vaksin.
Allir svenskir skúlar hava eisini tveir serlærarar, sum bara hava til uppgávu at fara runt í klassunum og kannað trivnaðin og lofta trupuleikunum, áðrenn teir vaksa seg ov stórar. Og so hava allir svenskir skúlar bæði eitt næmingatoymi og eitt vaksmannatoymi, sum skulu arbeiða fyri at teirra skúli er ein happingarfríur skúli.
- Hví ikki lata okkum hugvekja av einum slíkum undangongulandi, og hví ikki gera nakað við tað, so føroysk børn veruliga fáa umstøður at læra nakað í skúlunum, spyr Anna Dalsgaard at enda.
Menn flýggja undan ábyrgd
Fjórði hvør drongur í fimta flokki verður happaður, men mannligu lærararnir halda seg vekk frá skeiðum um trivnað og happing. Hetta er sera óheppi, heldur trivnaðarserfrøðingurin, Anna Dalsgaard
Í seinastu viku høvdu Náttarravnarnir bjóðað danska happiserfrøðinginum, Stig I. Sørensen, at halda fyrilestrar um happing. Tiltakið á Hotel Tórshavn var væl eydnað, og nógv fólk komu. Men einans tveir menn vóru til staðar, danski fyrilestrarhaldarin og ein føroyskur politistur, sum eisini skuldi hava eitt upplegg á fundinum.
- Tíverri er tað alt ov vanligt, at menn ikki fara til slík tiltøk. Eisini innan skúlagátt, halda mannligu lærararnir seg burtur, tá skeið eru um trivnað og happing.
Samstundis vísa allar kanningar – ikki bara í Føroyum - at drongir eru yvirumboðaðir bæði sum happarar og sum happioffur. Anna Dalsgaard dugir ikki at siga, hví hesin munur er, men hon heldur tað vera týdningarmikið, at vit taka mistrivnaðin hjá drongjum í álvara, og her hava menn eina serliga ábyrgd
- Um drongir høvdu menn at koma til, kundi tað verið, at trupulleikarnir vóru loftaðir fyrr. Vit kvinnur hava ofta lyndi til at snakka drongirnir í hel, hetta tíma teir ikki og ganga tí við trupulleikunum fyri seg sjálvar.
Um menn halda seg vekk, tí teir halda hetta øki vera ov bleytt, er hetta púra misskilt, heldur Anna Dalsgaard.
- Happing er alt annað enn bleytt, tað er hart og kyniskt, og drongirnir hava brúk fyri nøkrum voksnum monnum, sum tora at leggja uppí og vísa, at menn eisini kunnu takla happing og skapa trivnað fyri hvønn annan, sigur føroyski trivnaðarráðgevin.