Quick Service – nýggj tænasta hjá Wenzel

Fyri at veita kundunum so góða tænastu sum gjørligt hevur P/F Wenzel latið upp verkstaðin Wenzel Quick Service.

P/F Wenzel selur nógvar nýggjar og brúktar bilar. Hetta hevur við sær at bíðitíðin til verkstaðin kann verða rættiliga long, tí er hesin verkstaðurin gjørdur til skjótar ella kvikar umvælingar sum t.d. oljuskift, dekkskift, skift av útstoyti, bremsuklossum  o.s.fr. 

P/F Wenzel selur Volvo, Ford og Mazda, og Quick Service er fyrst og fremst til at veita betri tænastu.

Wenzel Quick Service í Slættanesgøtu 11 hevur 6 starvsfólk og pláss til 5 bilar samstundis. Leiðari á Quick Service er Heðin Weihe, sum hevur drúgvar royndir í fakinum.

##med2##

##med3##