Pytlick aftur landsliðsvenjari

Fyri eini tíð síðani segði venjarin hjá danska kvinnulandsliðnum í hondbólti seg úr starvi, tí fleiri av leikarunum vóru ónøgdar við gongdina og hansara avgerðir.

Jan Pytlick, sum hevur vant kvinnurnar fyrr, tók fyribils yvir á landsliðnum, men nú er greitt, at Pytlick heldur fram í føstum starvi hjá danska hondbóltssambandinum sum venjari hjá kvinnulandsliðnum. Pytlick hevur verið venjari hjá GOG/Svendborg TGI, har hann hevur vant besta kvinnuliðið. Hann fer beinanvegin í starv, sum nýggjur danskur landsliðsvenjari.