Pylsuvognur á Skælingsfjalli

Gongst sum ætlað verða heitar pylsur til tey, sum longsta dag nýta høvið at ganga niðan á Skælingsfjall. coastZone skipar í ár fyri túri niðan á Skælingsfjall, og í samstarvi við Poul Michelsen, heilsølu, verður ein pylsuvognur flogin niðan á fjalli og skal standa klárur fyri teimum, sum velja at fara gongutúrin í kvøld.

Eyðun Berg, stjóri í coastZone, sigur, at eingin hevur fyriskipað túrarnar niðan á Skælingsfjall seinastu árini, men hann hevur so átikið sær uppgávuna í ár.

- Hugskotið um ein pylsuvogn á Skælingsfjalli er fyri mítt viðkomandi tvey ára gamal, og kom eftir eitt klintriskeið. Eg vendi mær so til Gunnar Mohr, stjóra í PM, og hann var við upp á tað beinanvegin, sigur Eyðun Berg.

Hjá Poul Michelsen er tankin enn eldir.

- Tað munnu vera eini 6-8 ár síðani hugskotið fyrstu ferð var uppi og vendi. Og vit høvdu ítøkiligar ætlanir tá, men veðrið kom okkum upp á tvørs, so tað gjørdist av ongum. Nú vóna vit so, at tað fer at viðra betri, sigur Gunnar Mohr.

Fyrst skuldi greiði fáast á, um tyrlan yvirhøvur kundi lyfta pylsuvognin, men møguleiki er at taka rættiliga fitt av innbúgvinum úr vogninum, skuldi tað staði á.

Eitt annað er so vindurin. Hann skal helst ikki vera omanfyri tíggju metrar um sekundið, og sambært veðurforsøgnunum skal hann liggja undir tað seinnapartin.

- Tað verður so, at fólk fáa ókeypis pylsur, tá tey koma niðan á Skælingsfjall. Eisini hava vit fingið nakrar veikar øl frá Okkara og vatn frá Føroya Bjór, so ongum nýtist at fara tystur og svangur oman aftur, sigur Gunnar Mohr.

Men hóast tað er coastZone, ið skipar fyri, so nýtist fólki ikki at melda til.

- Nei, tað er bara at møta upp. Farið verður til gongu klokkan 22, so um fólk eru á Fløtuni nakað undan tí, so er í lagi, sigur Eyðun Berg sum vónar, at fólk aftur fara at taka talsterk undir við gomlu traditiónini, sum í ár altso fyri fyrstu ferð hevur pylsur á skránni.

Til ber at fylgja við um veður og vind á www.coastzone.fo