Eftir órógv í Russlandi við einum uppreistri hjá hernaðarliga Wagner bólkinum trein Vladimir Putin forsdta fram á skíggjan í almennum sjónvarpi í dag.
Hann vissar um, at Ukraina er »ein høvuðsraðfesting« fyri Russland, og at tey halda fast við allar ætlanirnar fyri kríggið.
Talan var bandað, og hon er tikin upp áðrenn Wagner bólkurin fór ímóti russiska høvuðsstaðnum Moskva.
Tað skrivar bretska blaðið The Guardian og ríkisfíggjaða russiska tíðindastovan Tass.
Tass skrivar, at upptøkan er frá mikudegnum 21. juni. Tað vil siga tveir dagar, áðrenn uppreisturin byrjaði.
Ferðin hjá Wagner bólkinum ímóti Moskva birti undir innanhýsis órógv í Russland í gjár, tá borgarar í fleiri landspørtum vórðu bidnir um at vera innandura.
/ritzau/