Putin fer at vitja Xi í Kina mikudagin

Fráboðanin um vitjanina í Kina kom í samband við, at kinesiski uttanríkisráðharrin, Wang Yi, var á vitjan í Russlandi.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, fer at vitja kinesiska forsetan, Xi Jinping, mikudagin.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at forsetarnir báðir skulu hittast í kinesiska høvuðsstaðnum.

 

Forsetarnir skulu hittast í samband við eina ráðstevnu í Kina hin 18. oktober um undirstøðukervi og búskaparliga menning.

 

Tað var í síðsta mánaði, at leiðarin fyri russiska trygdarráðið segði, at Putin og Xi skuldu hittast í oktober.

 

Fráboðanin um forsetavitjanina í Kina kom í samband við, at kinesiski uttanríkisráðharrin, Wang Yi, var á vitjan í Russlandi.