Pussy Riot-kvinnur flýddar av landinum

Tvær kvinnur í russiska tónleikabólkinum Pussy Riot eru flýddar av landinum. Tað hava tær valt at gera, eftir at løgreglan fyri nøkrum døgum síðani boðaði frá, at hon var farin at leita eftir teimum.

Tríggjar av feløgum teirra hava fingið tvey ára fongsulsrevsing fyri eitt mótmælistiltak í einari kirkju í Moskva, har tær mótmæltu Vladimir Putin, forseta.

Maður eina av teimum dømdu kvinnunum sigur við Reuters-tíðindastovuna, at tær báðar, sum hava valt at rýma av landinum, eru farnar til eitt land, sum ikki hevur avtalu við Russland um at útflýggja fólk. Hann sigur, at millum 12 og 14 kvinnur, sum eru knýttar at Pussy Riot, eru framvegis í Russlandi.