TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina rættiliga drúgvu reportasju um tann mest stórfingna partin av ungarsku fótbóltssøguni, nevnliga søguna um Ferenc Puskas, og tað stóra ungarska landsliðið fyrst í 1950-unum, sum vann olympiskt gull í 1952, og HM-silvur í 1954.
In.fo fór at vitja Puskas-fótbóltsakadamiið, og fótbólts-savnið, sum er undir uppbygging í Felcsút uttanfyri Budapest. Vit koyrdu út til Felcsút við fótbóltsjournalistinum, Gabor Lantos, sum hevur vitjað í Føroyum nakrar ferðir. Úti í fótbóltsakadaminum tók Gyørgi Szølløsi ímóti okkum.
Gyørgi Szølløsi er ein av stovnarunum av Puskas-fótbóltsakademinum, og er ein serfrøðingur, tá tað kemur til søguna um Ferenc Puskas, og fantastiska ungarska liðið í 1950-unum. Hann arbeiðir við at fáa eitt fullkomið, ungarskt fótbóltssavn upp at standa í Felcsút.
Vit fingu Gyørgi Szølløsi at greiða frá søguni um Puskas, og tað framúrskarandi Ungarska landsliðið í 1950-unum. Gyørgi Szølløsi greiddi eisini frá fótbóltsakadamiinum.
Gyørgi Szølløsi hevur eisini givið út bøkur um hetta glæsiliga tíðarskeiðið í ungarsku fótbóltssøguni. Hann og Gabor Lantos staðfesta, at kendasta ungarska orðið úti í heimi er "Puskas".