Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at bilførari og bilur fóru út av vegnum á Lambareiði í gjár.
Bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, tá óhappið hendi, varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Løgreglan sigur, at bilurin eftir øllum at døma punkteraði; bilførarin misti tamarhaldið og fór út av vegnum við bilinum.











