Iggy Pop er slóðari innan punkrock. Amerikumaðurin, sum er blivin 74 ára gamal, hevur sending á BBC 6, har hann spælir ymiskan tónleik – eitt nú punk og rock.
Farna vikuskiftið spældi Iggy Pop tveir sangir hjá føroyska punkbólkinum Joe & The Shitboys í sendingini Iggy Confidential, og hann prátaði bæði um bólkin og um Hvalbiartunilin, har Joe & The Shitboys spældu, tá ið tunnilin læt upp.
Tað ljóðar næstan margháttligt, tá kendi amerikanski tónleikarin greiðir lurtarunum frá um nýggja Hvalbiartunnilin.
Iggy Pop spældi sangirnar »Pull the Trigger« og »Kill Your Darlings« av nýggju útgávuni hjá Joe & The Shitboys.
Sendingin kann hoyrast í fullum líki her











