Punjab við nýggjum lagi

Punjab hava júst verið í upptøkuhølinum og kunnu nú útgeva staklagið Old Lady's Groove, ið er tað fyrsta av trimum stakløgum.

 

Upptøkurnar eru farnar fram í Studio Bloch. Eyka tónleikarar eru Jóhan Hentze og Tróndur Herason Olsen. Ljóðblandað hevur Theodor Kapnas og grafikkinum hevur Uni Árting staðið fyri.

 

Punjab fekk sítt gjøgnumbrot í fjør, tá teir sluppu síni fyrstu útgávu, The Flying Elephant. Á FMA 2016 fekk Punjab tvær virðislønir, Ársins nýggja navn og ársins bólkur.