Teir flokkar, sum stuðla loysing frá Spania, hátíðarhalda ein smalan sigur eftir valið í gjár.
Tá 99,3 prosent av atkvøðunum vórðu taldar í spanska landspartinum Katalonia lýsir fyrrverandi forsetin, Carles Puigdemont, lanspartavalið fyri ein sigur.
Loysingarrørslan, tað eru tríggir flokkar, hava nú næstan allar atkvøður eru taldar, fingið 70 sessir av teimum 135, sum eru í katalonska tjóðartinginum.
– Tað er ein sigur fyri katalanska lýðveldi. Vit hava sigrað á spanska statinum, og forsatisráðharrin hevur fingið eitt slag í andlitið, sigur Carles Puigdemont.
Fyrr í gjárkvøldið lýsti varaforsetin í katalonska tjóðartinginum og limur í loysingarflokkinum ERC-CatSi, Agusti Alcoberro, ein stóran sigur fyri loysingarflokkarnar.
– Vit kunnu nú siga, at sjálvstýrisflokkarnir hava vunnið valið. Vit krevja nú at stjórnin verður sett aftur, og at politisku fangarnir verða lætnir leysir, segði hann beint eftir klokkan 23 í gjárkvøldið.
Valið í gjár var skrivað út eftir ógvusligu kreppuna, sum stóðst, tá katalonska tjóðartingið fyrr í ár skrivaði út fólkaatkvøðu um loysing og harvið lýsti landspartin sjálvstøðugan.
Spanska miðstjórnin í Madrid setti hart ímóti hørðum. Fleiri lokalir politikarar vórðu handtiknir og settir fastir.
Fyrrverandi forsetin í landspartinum, Carles Puigdemont, og fýra av ráðharrum hansara, eru framvegis í útlegd í Belgia.
Fyri at skapa politiskan frið skrivaði miðstjórnin í Madrid út landspartaval.
Spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, hevur lovað, at beinleiðis eftirlitið við Katalonia, sum var sett í gildi eftir loysingarfráboðanina, verður tikið burtur eftir landspartavalið.
Lógin verður tó sett í gildi aftur, um landsparturin aftur fyri at royna at loysa frá Spania.
Meðan flokkarnir, sum ynskja loysing, hava vunnið ein lítlan sigur, so hevur sambandsflokkurin Ciudadanos fingið stóra framgongd og hevur vunnið yvir 25 prosent av atkvøðunum. Harvið er hann størsti flokkur í landspartinum.
Tey, sum vilja hava loysing, kunnu ongantíð aftur siga, at tey tosa fyri Katalonia. Vit vilja halda fram við at stríðast fyri friðarligari samveru, skili og einum Katalonia fyri allar katalonar, segði formaðurin í Ciudadanos, Ines Arrimadas, eftir valúrslitið í gjárkvøldið.
Flokkurin Juntsxcat hjá Carles Puigdemont hevur vunnið eitt lítið sindur undir 22 prosent av atkvøðunum og er næststørsti flokkurin.
/ritzau/AP