Avvarðandi, sjúklingar og starvsfólk á psykiatriska deplinum hava í áravís gramt seg um fysisku karmarnar á deildini. Nú verður ein nýggjur bygningurin gjørdur, men hann er ikki nóg góður, halda fleiri.
Í fjør setti táverandi landsstýrismaðurin í heilsumálum hakan í fyri nýggja sjúkrahúsbygninginum, sum skal liggja í Sandágerði. Bygningurin skal hýsa seingjardeilgum, føðideild, køki og eisini einum nýggjum psykiatriskum depli.
Í fleiri ár hava sjúklingar, avvarðandi og starvsfólk á deplinum funnist at fysisku karmunum á deildini. Deildin er ov gomul og hon er ikki hildin við líka, siga tey. Innbúgvið er antin slitið ella brotið. Fleiri kømur mangla náttlampur og skáp. 12 sjúklingar mugu deilast um eina brúsu. Summi meina enntá, at fysisku karmarnar gera sjúklingarnar enn sjúkari.
Men fyri nøkrum árum síðan vóru ein partur av teimum 489,3 milliónunum, sum Landssjúkrahúsið hevur fingið játtað at brúka frá 2010-2019, settar av til ein nýggjan sjúkrahúsbygning. 10.000 fermetra stóri bygningurin fekk tillutað 348 milliónir krónur og skal standa klárur á vári í 2019.
Tá fyrstu tekningarnar vórðu gjørdar, legði man serliga stóran dent á atlitið til sjúklingin. Fleiri viðurkendar vísindaligar kanningar hava staðfest, at byggifrøði og innbúgv hevur stóra ávirkan á heilsuna hjá sálarliga sjúkum: Jú meir estetiskt sjúklingurin býr, tess skjótari kemur hann fyri seg.
Man vildi syrgja fyri at byggja ein bygning í tráð við tað, sum á fakmáli kallast lekjandi byggifrøði. Man vildi avrunda tey flestu horini á deildini. Hetta sigst at hava eina góða ávirkan á sálarsjúk, tí rúmini kennast meir komfortabul at vera í.
Spart og minkað
Á skrivstovuni hjá Tórmóði Stórá, leiðara á psykiatriska deplinum, liggur á hillini ein stakkur av pappírsrullum. Tórmóður Stórá hálar eina rullu niður á borðið og spreiður hana út, so vit kunnu síggja, hvussu arkitektarnir hava teknað nýggja sjúkrahúsbygningin.
- Hvørja ferð eg fái eina nýggja mynd frá arkitektinum, ræðist eg at síggja, hvat teir nú hava broytt, sigur hann. Tá verkætlanin fór í gongd í 2006, hevði Tórmóður Stórá hug at berjast í móti, tá bygginevndin byrjaði at spara og minka um bygningin á tekningunum. Nú 10 ár seinni er hann blivin troyttur av longu prosessini og orkar ikki at berjast í móti.
- Tey lurta ikki eftir okkum, sigur hann.
Hyggur tú at nýggjastu tekningunum av sjúkrahúsbygninginum, er nógv broytt í mun til, hvat man upprunaliga ætlaði. Tey stóru atlini til sjúklingin, eru í stóran mun spard burtur. Tað harmast Tórmóður Stórá um saman við øðrum starvsfólkum á deildini.
- Fyri skjótt 50 árum síðan bygdu vit eitt sjúkrahús til sálarliga sjúk. Nú byggja vit aftur eitt. Kanska byggja vit ikki afturr fyrrenn um 50 ár. Tí haldi eg, at tað er umráðandi at gera bygningin so góðan sum gjørligt. Og sum er nú, verður bygningurin ikki nóg góður og stórur til at hýsa øllum okkara virksemi, sigur leiðarin á psykatriska deplinum.
- Vit hava havt nógvar góðar ætlanir og tankar um, hvønn psykiatriska depil, vit vilja hava. Men nú eru tekningarnar merktar av, at tað skulu loysast ov nógvar uppgávur í sama bygningi fyri ov fáar pengar. Til dømis er okkara seingjardeild alt ov kroyst og garðurin er alt ov lítil, leggur hann afturat.
Hóast hann er ónøgdur við, at bygningurin er minkaður so nógv í mun til, hvat man upprunaliga ætlaði, kennur hann, at hann er í eini tvístøðu.
- Nýggi bygningurin verður nógv betur enn tann, vit hava í dag. Tað er heilt sikkurt. Men hann verður bara ikki nóg góður, sigur Tórmóður Stórá og greiður frá, at í mun til at 12 sjúklingar í dag mugu deilast um eina brúsu, fara allir sjúklingar á nýggju deildini at hava hvør sítt ves og hvør sína brúsu.
Psykiatriin verður kvald
Niðurraðfestingarnar í nýggja bygninginum eru kanska ítøkiligasta dømið uppá tað, sum avvarðandi, sjúklingar og starvsfólk í áravís hava gramt seg um: At fíggjarliga raðfestingin av psykiatriini er úti av lagi vánalig. Sambært leiðarinum á deildini, hava eisini starvsfólkini alt ov trong kor.
- So hvørt sum sálarligar sjúkur verða avtabuiseraðar, venda fleiri og fleiri sær til læknan. Tað er gott. Men tá vit verða niðuraðfest fíggjarliga, er tað ringt at fylgja við eftirspurninginum og ringt at megna ta uppgávu, sum vit hava, sigur hann.
- Hetta er ein afturvendandi trupulleiki. Vit verða kvald spakuliga. Ikki heilt dripin. Men spakuliga kvald, sigur leiðarin á psykatriska deplinum.
Í VikuskiftisSosialinum kanst tú lesa, hví Sirið Stenberg ikki ætlar at veita størri játtan til nýggja sjúkrahúsbygningin, hóast fleiri hava gjørt vart við trupulleikarnar í byggiætlanini. VikuskiftisSosialurin gevur hesa ferð lesaran innlit í støðuna á psykiatriska økinum. Keyp blaðið í handlunum ella keyp eina e-útgávu her.