Bara eitt mál kom í teimum báðum seinnu fjórðingsfinalunum, sum hava verið í kvøld. Paris Saint Germain stóð móti meistarunum úr Bayern Munchen og fekk sína hevnd frá finaluni í fjør, meðan tað bleiv málleyst, tá Chelsea vann seg víðari móti FC Porto.
Paris Saint Germain tapti í fjør finaluna í Champions League móti júst Bayern Munchen. Í kvøld fingu teir sína hevnd, tá teir megnaðu at standa ímóti trýstinum frá Bayern Munchen og vinna samanlagt uppá reglugerðina um fleiri mál á útivølli.
Paris Saint Germain vann fyrra dystin 3-2, og tí var tað ikki nokk hjá Bayern Munchen at vinna 1-0. Eric Maxim Choupo-Moting skoraði í fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist ikki at fáa eitt afturat, sjálvt um gestirnir úr Týsklandi høvdu sínar møguleikar. Hinvegin, so hevði PSG eisini fleiri mótálop, sum skuldu havt givið minst eitt mál í kvøld.
Í London tapti Chelsea 1-0, men vann samanlagt 2-1 móti FC Porto. Málið kom ikki fyrr enn fýra minuttir inn yvirtíðina í seinna hálvleiki. Mehdi Taremi skroraði. Chelsea skal møta vinnaranum av uppgerðini millum Liverpool og Real Madrid.