Professari heiðraður í Svøríki

Jóan Pauli Joensen professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum hevur fingið virðisløn frá Kungl. Gustav Adolfs Akademin í Uppsala í Svøríki

Jóan Pauli Joensen fær virðislønina fyri, sum tað stendur í grundgevingini:
"betydelsefullt författarskap inom etnologi och kulturhistoria, senast genom det stora arbejdet I ærlige brudefolk - Bryllup på Færøerne".

Virðislønin verður latin á serligari hátíðarløtu á Slottinum í Uppsala leygardagin 6. november.