Privatur tunnil milliardir dýrari enn ein almennur

EYSTUROYARTUNNIL Ein privatur Eysturoyartunnil verður upp til tríggjar millardir dýrari at byggja og reka enn ein almennur tunnil

- Skal eitt privat felag gera og reka ætlaða Eysturoyartunnilin, verður hann 1,9-3 milliardir dýrari fyri tað føroyska samfelagið, enn tað almenna hevði verðið.
Tað staðfestir Landsverk.
Tá ið Kári P. Højgaard nú um dagarnar skuldi svara spurningum frá løgtingsmonnunum, Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen um Eysturoyartunnilin, bað landsstýrismaðurin eisini Landsverk um at geva sítt ískoyti til svarið.
Men tá ið avtornaði, var svarið hjá Landsverki útihýst í svarinum, sum landsstýrismaðurin gav víðari til teir báðar løgtingsmenninar.
Í svarinum, vit hava fingið innilt í, sigur Landsverk, at nýggjar útrokningar, við dagførdum tølum og neyvari útrokningar, vísa, at rentumunurin við at lata eitt privat felag eiga, fíggja og reka undirsjóvartunnilin er minst 7%.
- Í tølum svarar hetta til ein meirkostnað ímillum 73 til 116 milliónir krónur árliga til undirsjóvartunnilin er útgoldin um 30 ár.
- Hetta svarar til ein samlaðan meirkostnað uppá tilsamans 1,9 til 3 milliardir krónur ella 1,4 til 2,3 milliard krónur í nútíðarvirði, um tunnilin verður á privatum heldur enn almennum hondum, sigur Landsverk.

Váðin kann avmarkast
Annars staðfestir Landsverk, at váðin at byggja tunnilin er tann sami fyri privat og alment.
- Tó meta vit at hann kann avmarkast nógv í byrjunarfasuni við góðum undankanningum.
Men rakstrarváðin er størri hjá tí privata. Grundgevingin fyri tí er, at í útgangsstøðinum er ferðsluváðin tann sami. Men verður lagt upp fyri at tað almenna kann stýra samlaða undirstøðukervinum, er váðin størri hjá tí privata.
- Fíggingarkostnaðurin er størri hjá tí privata enn hjá tí almenna tí lánveitarin krevur eykakostnað fyri váðan. Hesin váðin er annars neyvt knýttur at hvussu sáttmálin er settur saman.
Ein spurningur í hesum samband er, um tað ber til at leingja sáttmálan, ella um ongar bindingar eru á prísásetingini fyri ferðsluna, á ferðaprísinum.
Um so er, fellur váðin munandi og harvið fíggingarkostnaðurin.
Landsverk sigur, at kostnaðarmunurin, rentan, ímillum privat og alment, er settur saman av váða og avkasti.
Men tað er torført at siga hvussu stórur partur av upphæddini er hvat, tá man ikki hevur innlit í sáttmálan, sigur Landsverk.
10 ár

Tað verður ikki fyrrenn um eini 10 ár, at tað verður koyrandi ígjøgnum Eysturoyartunnilin, sum privata felagið skal gera.??
Tað sæst í uppskotinum, sum Kári P. Højgaard, tingmaður, fer at leggja fyri Løgtingið á ólvavsøku, og har hann fer at biðja um Løgtingið samtykkja, at hann kann gera sáttmála við eitt privat felag um at fíggja, gera, og reka tunnilin. ??
Annars hevur Kári P. Højggard alment miðað eftir, at tað skuldi vera koyrandi ígjøgnum tunnilin longu í 2018, men eftir tí, sum nú liggur í kortunum, verður tað verri enn so.??
Í uppskotinum stendur, at privata felagið skal hava gjørt eitt forprojekt til verkætlanina í seinasta lagi 31. desember í 2018, ella um fimm og eitt hálvt ár.??
Tá ið forprojektið er gjørt, skal tað gerast liðugt og tað verður mett at taka minst eitt ár.??
Síðani skal sjálvur tunnilin gerast og tað tekur upp ímóti trimum árum?.
Les fleiri greinar um sama evni.