Privata vinnan yvirtekur virksemi hjá Landsverki

Alt alment virksemi skal bjóðast út í fría kapping og Landsverk skal gera sum minst sjálvur, sigur landsstýriskvinnan í innlendismálum

Alt alment byggivirksemi skal bjóðast út í fría kapping í privatu vinnuni.

Tað hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna givið Landsverki boð um.

Og nú hevur hon eisini givið boð um, at alt asfaltarbeiði skal eisini bjóðast út í almenna kapping.

Hon sigur, at tey einastu arbeiðini, sum Landsverk skal standa fyri sjálvur, eru smáarbeiði, sum tað ikki loysir seg at bjóða út, eisini tá ið hugsað verður um, hvat tað kostar at gera útbjóðingartilfar.

Ein onnur orsøk til, at alt ikki verður bjóðað út, er, at Landsverk vil varðveita eitt ávíst vitanarstøði á sjálvum stovninum.


Landsverk grópar til sín

Í Løgtinginum hendan dagin vildi Bjørt Samuelsen hava at vita frá landsstýriskvinnuni um broytingar eru hendar í virkseminum hjá Landsverki so at stovnurin sjálvur ger meiri og meiri arbeiði, sum privat virki annars kundu tikið sær av.

Hon vísir á, at Vinnuhúsið hevur undrast á, at almennir stovnar økja um sítt virksemi, meðan vinnufyritøkurnar kenna seg noyddar at siga starvsfólkum úr starvi.

Almennir stovnar hava ikki krøv um avkast og teir fáa pening á fíggjarlógini til at endurnýggja amboð og útgerð.

Í øllum førum hevur Bjørt Samuelsen frætt, at Landsverk er farið at dubba sína maskinhóp og at keypa útgerð, sum styrkir almenna stovnin kappingini við privatu vinnuna.


Alt bjóðast út

Annika Olsen sigur, at Landsverk sendur uppgávur út í fría kapping í størri mun nú, enn hann gjørdi fyrr.

- Áður var vanligt, at Landsverk sjálvur gjørdi nýggjar landsvegir og nýggjar havnir, men tað kemur næstan ikki fyri longur, uttan har talan er um smáarbeiði.

Tað sama ger seg galdandi fyri almennar bygningar, sum eisini verða bjóðaðir út í fría kapping.

- Fyrr var eisini vanligt, at Landsverk sjálvur projekteraði vegir og havnir, men tað verður bert í heilt lítlan mun gjørt nú, tí eisini projekteringsuppgávurnar verða bodnar út í fría kapping í privatu vinnuni.

- Í 2008 og í fjør gjørdi privata vinnan yvir 95% av projekterings- og byggiarbeiðnum, sum Landsverk stóð fyri.

Hvat projekering viðvíkur, gjørdu privatu fyritøkurnar 100% av projekteringsarbeiðnum í 2008 og í fjør gjørdu tær 99% privat og Landsverk gjørdi bara 1% av projekteringsarbeiðnum.

Hvat sjálvum byggiarbeiðnum viðvíkur, gjørdi Landsverk bara 3,5% av arbeiðunum og í fjør gjørdi Landsverk bara 4,1% av byggiarbeiðnum ímeðan privata vinnan gjørdi restina.

Sostatt er tað bert ein viðfáningur av játtanini til Landsverk, sum ikki verður boðin út til privatu vinnuna at kappast um.

- Seinastu árini hevur Landsverk ikki bjóðað upp á egin arbeiði, men av og á hava arbeiðstakarar biðið stovnin um tilboð upp á ymsar undirveitingar.

Annika Olsen afturvísti samstundis, at Landsverk er farin at dubba hópin av maskinum.

Tvørturímóti upplýsti hon, at hesi seinastu 10 árini er maskinhópurin hjá Landsverki minkað næstan niður í helvt.

Tinglimir tóku undir við, at so nógv sum gjørligt verður boðið út til privatu vinnuna at kappast um, tí try vóru púra vís í, at hetta var besti mátin at fáa sum mest fyri hvørja krónu.