Nú má »politikarin« byrja at hugsa um at fáa umstøðurnar soleiðis á Landssjúkrahúsinum, at tað verður atraktivt hjá læknum og øðrum at koma hendavegin at søkja starv á Landssjúkrahúsinum. Ein av hesum umstøðum er at bera so í bandi, at barnagarður verður veruleiki hjá Landssjúkrahúsinum.
Landsstýrismaðurin skal hugsa um, meðan hann ger málið til ein »politiskan peruvelling«, eru tað tey, ið hava brúk fyri einum vælvirkandi Landssjúkrahúsi og dugnaligum læknum og dugnaligum sjúkrasystrum, ið tað gongur útyvir tá hetta ikki finst.
Tí nyttar tað ikki bara hjá tí politiska myndugleikanum at reypa av yvirskoti av pengum og høgum játtanum til økið, tá teir veruligu fasilitetirnir, so sum ein barnagarður (ið hevði lætt almikið um umstøðurnar hjá læknum og øðrum, sum óivað tá høvdu havt nógv størri áhuga at søkt starv á Landssjúkrahúsinum) ikki er har. Og so ikki at tosa um, hvussu tað hevði betrað um møguleikarnar hjá teimum núverandi starvsfólkunum.
Um landsstýrismaðurin ikki hevur meiri virðing fyri at hava eitt vælvirkandi sjúkrahúsøki á høgum fakligum støði í Føroyum, so er tíðin møguliga komin har til, at landsstýrismaðurin skuldi lagt frá sær, ella løgmaður kundi lagt upp í hetta so týðandi mál.
Latið Føroya fólk síggja, at tit meina nakað í álvara og gera nakað við at játta pening til íløgu í barnagarð til Landssjúkrahúsið sum skjótast.
Mín metan er, at stóð tað upp til Miðflokkin, so var henda játtan óivað givin fyri langari tíð síðan.










