Danski presturin Martin Bentsen, sum vitjar í Føroyum um vikuskiftið, hevur livað hart lív sum brotsmaður og rockari. Hann sat 13 ár í fongsli fyri eina langa røð av dómum fyri harðskap, sølu av rúsevnum og stuldur.
Fyri umleið átta árum síðani broyttist lívið hjá honum. Hann legði kriminalitetin frá sær, tók útbúgving sum teologur og starvast nú sum prestur í fríkirkju í Herning.
Martin Bentsen er úr Aalborg, og hann hevði truplan uppvøkstur. Mamman var ikki før fyri at hava hann, og hann vaks tí upp hjá ommu og abba sínum, sum vóru góð við hann. Men frá ungum árum var Martin trupul at fáast við. Hann hevði atferðartrupulleikar, varð tveittur úr skúlanum, kom á stovn, og við tíðini útviklaði tað seg til grovan kriminalitet.
– Tað eru fleiri ting, sum hava gjørt, at eg bleiv, sum eg bleiv, og nógv stavar helst frá uppvøkstrinum. Eg kom fýra ferðir fram á mammu mína, eftir at hon hevði roynt at gjørt sjálvmorð, og tá ið eg spurdi hana, hví hon gjørdi tað, svaraði hon meira enn eina ferð, at tað var orsakað av mær. Tað gav mær eina kenslu av, at eingin dámdi meg, at eingin elskaði meg, sigur hann í samrøðu við Sosialin um vikuskiftið.
– Eg hugsaði, at um eg ikki gjørdi hesi kriminellu tingini, so fóru fólk ikki at dáma meg. So fóru tey at finna út av, at eg var einki. Mín drívmegi var, at eg vildi vera okkurt, eg vildi vera góðtikin og virdur. Eg vildi hava pengar, gullketur og stórar bilar. Eg skuldi hava eitt ávíst orð á mær, og fólk skuldu respektera meg, sigur hann.
– Øll høvdu uppgivið meg. Eg var so óstýriligur, illsintur og aggressivur, at eingin vildi hjálpa mær, sigur hann.
Tá ið hann hevði uppgivið seg sjálvan, fór hann, meðan hann sat inni, at lesa í Bíbliuni og bað Gud um hjálp, og eftir tað broyttist lívið hjá honum.
Um vikuskiftið hevur Martin Bentsen verið við á Mannfólkavikuskifti í Leguhúsinum í Nesvík. Har hevur hann greitt frá lívi sínum og broytingini, hann hevur verið fyri.
Øll samrøðan við Martin Bentsen kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.