Kringvarpið hevur nú givið prestinum Meinhardi Bjartalíð eina almenna umbering fyri, at hann leygarkvøldið av misgáum kom at tosa um Alla Halganna dag í Kringvarpinum Orsøkin til, at Meinhard Bjartalíð hugleiddi tríggjar vikur ov tíðliga um Alla Halganna dag er sambært Kringvarpinum, at eitt mistak varð gjørt í Kringvarpinum, og skeiv sending var spæld.
- Slík mistøk eiga ikki at koma fyri, og vit hava tikið neyðug stig til tess at forða fyri, at mistøk av hesum slagi endurtaka seg. Samstundis vilja vit biða Meinhard Bjartalíð og allar lurtarar um umbering fyri mistakið, sigur Allan Dalsgarð, miðlaleiðari í Kringvarpi Føroya.
Løgtingsmaðurin Torbjørn Jacobsen gjørdi í miðlunum í gjár vart við mistakið og kravdi eina frágreiðing frá Kringvarpinum um, hví skeiv sending var send leygarkvøldið. Ta frágreiðingina hava Torbjørn Jacobsen og øll hini nú fingið - og prestur hevur fingið umbering frá Kringvarpinum.











