Sunnudagurin 22. mai verður ein heldur øðrvísi sunnudagur í kirkjum kring landið. Tá eru nevniliga flest allir prestar í føroysku fólkakirkjuni burturstaddir, og í staðin verða tað onnur, ið prædika.
Sóknarprestarnir í landinum fara nevniliga eina vikuskiftisferð til Íslands næsta fríggjadag, og verða burturstaddur til mánadagin. Hetta er fyrstu ferð, at eitt so stórt ferðalið av sóknarprestum fer av landinum.
- Ætlanin við ferðini er at styrkja tey persónligu, sosialu og fakligu atlitini, ið nema kall og embæti prestanna, skrivar fólkakirkjan á síni heimasíðuni.
Meðan prestarnir eru í Íslandi verður kirkjuliga røktin latin teim eldru prestunum í hendi eftir skipaðum viðurskiftum, umframt at yngri kreftir, ið ikki eru í føstum embæti, eisini sleppa framat.