Talan er um eitt skeiði, ið Teologisk Pædagogisk Center skipar fyri í samstarvi við Føroya Stiftsstjórn.
Marjun Bæk, sóknarprestur í Norðurstreymoyar prestagjaldi, hevur saman við Ingu Poulsen Dam skipað fyri skeiðini fyri Stiftsstjórnina. Hon greiðir frá, at prestarnir árliga eru á skeiði. Evnini eru ymisk ár um ár. Á hesum skeiðinum verður tosað um so ymisk evni sum Skúla- og kirkjusamstarv og sálmarithøvundin Jacob Knudsen.
Einir fimtan prestar vóru á skeiðinum, sum varð hildið í Norðurlandahúsinum.
Fyrilestrarhaldarar frá Teologisk Pædagogisk Center vóru Finn Rosenberg og Marie Monrad. Finn Rosenberg hevði sunnudagin gudstænastu í Kirkjubø. Tey fara eisini at halda fyrilestrar fyri lærarum og læraralesandi.









