- Hetta er ikki nóg væl gjøgnumhugsað og kann fáa alstórar avleiðingar fyri føroysku fólkakirkjuna.
Tað sigur Prestafelag Føroya um eina nýggja ætlan hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum.
Jørgen Niclasen ætlar at broyta lógina um tænastumenn. Og ein broyting er, at fyrstu ferð, tænastumaður verður settur í starv, skal hann setast í eina tvey ára royndartíð, áðrenn hann fær endaligt starv.
Hetta er eisini galdandi fyri prestar, men Prestfelagið heldur, at hetta kann samanberast við, at landið leggur upp í viðurskifti, sum hoyra kirkjuni til, - Og tað hevur ikki verið mett at verið góður siður, sigur Prestafelag Føroya. Felagið heldur, at verður ein prestur settur í eini royndartíð, kann tað ávirka samvitsku- og boðanarfrælsi hjá honum.
Tá kann ein prestur føla seg noyddan at boða eftir tí, hann heldur at fólkið vil hoyra, tí annars kann missa arbeiðið, heldur Prestafelagið.
- Eitt kirkjuráð kann kalla prest, men ikki siga hann upp. Vit meta tí, at ein royndartíð, eftir eina hátíðarliga prestvígslu, ikki er í samsvari við gamla lutherska siðvenju, har prestur er kallaður av kirkjuráði og við prestalyftinum skal tæna sínum sóknarbørnum, sigur Prestafelagið.
Prestafelagið hevur áður víst á, at tað er at bróta við tann gamla kalstankan at royndarseta prestar.
Í hesum sambandi vísa tey til lógina um fólkakirkjuna, har tað stendur, at sóknarprestur, sum kann virka í fólkakirkjuni skal vera rætt kallaður.
- Við setanartilgongdini kallar kirkjufólkið, umboðað av limunum í kirkjuráðunum í prestagjaldinum, sóknarprestin, sum fær kollats frá biskupi og verður innsettur av prósti.”
Prestafelagið sigur, at ein royndarsetan er eitt stórt brot við játtanargrundarlag, skipan og kallsrætt fólkakirkjunnar, og felagið kann tí ikki mæla limum sínum til at søkja embæti undir slíkum treytum.
- Viðurskiftini millum kirkjulið og prest hava frá gamlari tíð verið sammett við viðurskiftini millum mann og konu, millum hjúnafelagar, sigur Prestafelagið.
- Her verður sjáldan tosað um “new management-mentan”, men um álitisviðurskifti. Her er ikki talan um áramálsssáttmálar, men um álit. Og vit meta, at eftirlit er gott, men álit er betri, sigur Prestafelagið.
- Tað er als ikki vist, at ein skipan við royndartíð fer at minka um sannlíkindini fyri “óhepnum prestasetanum”, heldur Prestafelagið.
Felagið spyr um teir trupulleikar, sum møguliga eru, fara at vísa seg tey bæði fyrstu árini prestur er í embæti. - Hvør skal meta um, um prestur er egnaður at halda fram í embætinum, og hvørjar skulu fortreytirnar verða, spyr Prestafelagið eisini.
Felagið stúrir eisini fyri, at undir, nýútbúnir guðfrøðingar við familju, fara at aftra seg við at søkja prestastarv í Føroyum, skal talan bara vera um eina royndartíð.
|