Á gallaveitslu í gjár bleiv kunngjørt, at Mohamed Salah er ársins spælari í Premier League. Hann vinnur heiðurin í harðari kapping við Kevin De Bruyne úr Manchester City. Leroy Sané bleiv kosin til ársins unga spælara.
Tað hevur leingi verið grreitt, at tað bleiv ein kapping millum Mohamed Salah og Kevin De Bruyne, um at blíva ársins spælarar. Teir hava á hvør sín hátt sett sín dám á hetta kappingarárið. Kviki vongurin úr Liverpool hevur skorað 31 mál í Premier League, og 41 mál til samans í ár, meðan Kevin De Bruyne hevur verið spælskiparin á einum søguliga góðum Manchester City liðið.
- Tak hatta steypið og skunda tær heim, segði Jugen Klopp, venjari hjá Liverpool, í skemti eftir at Mohamed Salah hevði fingið heiðurin.
Liverpool skal týskvøldið spæla móti AS Roma í fyrru hálvfinaluni í Champions League. Liverpool keypti 25 ára gamla egyptaran úr júst AS Roma í summar.