Í dag byrjar enska landskappingin, sum hevur heitið Premier League. 20 lið skulu fram til mai mánað dystast um heitið sum enskur meistari. Veddingarfyritøkurnar meta Manchester feløgini sum favorittar.
Í fjør varð tað púra óvætnað Leicester, ið vann kappingina og bleiv bara sætta felagið, sum hevur fingið sítt navn á Premier League steypið. Síðani 1992, tá Premier League sá dagsins ljós, hava bara Manchester United, Blackburn, Arsenal, Chelsea, Manchester City og Leicester megnað at vunnið enska meistaraheitið.
Spenningurin undan kappingini í ár er stórur. Fleiri av størstu venjarunum eru at vinna í Premier League feløgum hesaferð. Pep Guardiola og Antonio Conte eru nýggir í Premier League, meðan José Mourinho er aftur – men hesa ferð í Manchester United.
Arsene Wenger situr har hann plagar, meðan menn sum Claudio Ranieri, Mauricio Pochettino og Jurgen Klopp standa á odda fyri sínum liðum á øðrum ári. Samanlagt hava Premier League feløgini keypt fyri áleið átta milliardir krónur til hetta kappingarárið.
Manchester feløgini favorittar
Veddingarfyritøkurnar brendu seg av álvara í fjør, tá tey settu odds 5000 á Leicester at vinna Premier League. Tað gjørdu teir og veddingarfyritøkurnar hava ”lært” av tí. Í ár geva tær í mesta lagi 1500 ferðir pengarnar aftur fyri teir mest ósannlíku vinnararnar, sum í ár eru Burnley, Hull, Middlesborough, Watford, Sunderland og WBA.
Favorittar at vinna Premier League undan kappingarbyrjan eru Manchester City og Manchester United. Næstir teimum koma London feløgini Arsenal og Chelsea. Síðani Tottenham og Liverpool. Leicester gevur pengarnar aftur áleið 30 ferðir í ár.
Premier League 1. umfar:
Í dag:
Hull City - Leicester City 12:30
Burnley - Swansea City 15:30
Crystal Palace - West Bromwich Albion 15:00
Everton - Tottenham Hotspur 15:00
Middlesbrough - Stoke City 15:00
Southampton – Watford 15:00
Manchester City – Sunderland 17:30
Sunnudagin:
AFC Bournemouth - Manchester United 13:30
Arsenal – Liverpool 16:00
Mánadagin:
Chelsea - West Ham United (20:00)