Pál Weihe heldur eisini, at ein effektivur máti at avmarka roykingina, er at seta prísin á sigarettum upp.
Hetta er eisini eitt av teimum sjey tilmælinum frá Fólkaheilsuráðnum til politiska myndugleikan og sum vit vísa á í aðrari grein her á síðuni.
- Vit vita, at prísurin hevur stóra ávirkan á søluna, leggur Pál Weihe afturat.
Hann hevur ikki nakra greiða fatan av, hvussu dýrar sigarettirnar eiga at verða.
Men hann heldur, at ein hækking upp á 10%, er eitt passaliga runt tal.
Í løtuni kostar ein pakki av sigarettum ímillum 50 og 60 krónur.
Tað merkir, at hækkar avgjaldið 10%, fer pakkin at kosta millum 55 og 66 krónur.
Í hesum sambandi halda vit eisini, at tollfría sølan av tubbakki til fólk, sum ferðast til Føroya, skal avtakast. Tí halda vit ikki, at tað er rætt, at tað skal bera til at selja avgjaldsfrítt tubbakk.
- Tað er eitt sindur rangvørgt at brúka olju og økja um Co2 útlátið til at flyta tað bera eitur.
Tátta allar skrúvur
Pál Weihe heldur, at málið e at vera at ongin skal roykja yvirhøvur og vit eiga at tátta tær skrúvur, sum eru, sigur Pál Weihe.
- Og eg haldi harafturat, at vit eiga at tátta skrúvurnar alla tíðina, so umstøðurnar hjá roykjarum alla tíðina verða trengri og trengri, sigur formaðurin í Fólkaheilsuráðnum.
Fleiri lond hava sett áramál á fyri, nær royking skal verða útruddað í landinum.
Í Nýsælandi hava tey sett sær sum mál, at landið skal vera roykfrítt í 2025 og hetta er eitt rák, sum vindur meiri og meiri upp á seg.
Í Føroyum hevur Fólkaheilsuráðið sett sær sum mál, at ongin, sum er føddur síðani 2000, skal fara at roykja.
Sjey tilmæli
Fólkaheilsuráðið leggur stóran dent á at fáa føroyingar at minka um tubbaksnýtsluna.
Heilsuvandin, ið stendst av at roykja, er skjalpógvaður so væl, at ongin ivi er um longur, hvussu heilsuskaðiligt tað er.
Tí kemur Fólkaheilsuráðið javnan við tilráðingum til politiska myndugleikan um tiltøk, sum kunnu setast í verk fyri at minka um nýtsluna av tubbakki.
Serliga nú í ár hevur Fólkaheilsuráðið lagt serligan dent á at fáa ung fólk at halda seg burtur frá tubbakki og tað verður gjørd við lýsingum og upplýsingum.
Men í hesum sambandi hevur Fólkaheilsuráðið eisini ítøkilig tilmæli til politiska myndugleikan um sjey ymisk tiltøk, sum eiga at verða sett í verk fyri at tálma roykingini.
Tey sjey tiltøkini eru:
1. Herða ásetingar í reglugerðini um sølu av tubbaki til ung undir 18 ár. Umhugsast eigur at hava serliga loyvisskipan.
2. Prísurin á tubbaki eigur at verða settur upp.
3. Eigur tubbakslógin ikki at verða herd eitt vet, so tað ikki verður loyvt at roykja á skúlans øki ella á økinum hjá barnagarðinum? Endamálið er, at børn skulu ikki síggja lærarar ella námsfrøðingar roykja yvirhøvur.
4. Vit eiga at seta ræðumyndir á sigarettpakkar, akkurát sum tey hava gjørt í Danmark.
5.Tað eigur at verða umhugsað at strika møguleikan at innflyta tollfrítt tubbak, tá man ferðast til Føroya.
6. Ásetingin um serlig roykirúm á privatum arbeiðsplássum eigur at strikast so at øll skulu út at roykja.
7. Í húsum har børn eru í dagrøkt, eigur tað at verða bannað at roykja.
LES EISINI GREININA: Skulu missa loyvið at selja sigarettir
LES EISINI GREININA:Tiltøk setast í verk at avmarka royking