Poul tryggjaði Hillerød javnleik í yvirtíðini

Komandi fríggjakvøld verður kappingin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini tikin uppaftur

Mynd: FSF

Fríggjadagin leikti føroyingaliðið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, Hillerød seinasta venjingardystin áðrenn kappingin verður tikin uppaftur.

 

Á heimavølli leikti Hillerød javnleik 2-2 móti Lyngby.

 

Tá 25 minuttir vóru farnir av dystinum var Lyngby á odda 2-0. Hillerød minkaði um munin tíðliga í seinna hálvleiki, og í tíðini dómarin hevði lagt aftrat spældi Saman Jalaei bóltin hegnisliga til Poul Kallsberg, ið tók av og javnaði til 2-2.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18 verður kappingini í næstbestu deildini tikin uppaftur. Tá spælir Hillerød dyst á útivølli móti søguríka liðnum úr Aalborg, AaB. Hillerød er næstfremst í deildini við 32 stigum, meðan AaB er nummar seks við 26 stigum. 

 

 

 

 

 

Mynd: FSF