B36 vann á greipuvinnarunum við Djúpumýru

B36 vann trivaligan sigur

Savnsmynd frá 2025

Fríggjakvøldið leiktu greipuvinnararnir, KÍ og B36 venjingardyst á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.

 

Dysturin endaði við trivaligum 3-0 sigri til B36. B36 var á odda 2-0 í steðginum.

 

Dávid Biskopstø Andreasen, Boubacar Dabo og Tobias Hansen skutu málini.

 

Undir Mýruhjalla vann Skála ÍF 3-0 á B68. Málini vóru skotin fyrstu 25 minuttirnar av dystinum. Simon Jørgensen skoraði tvey mál og Markus Isaksen skoraði triðja málið. 

 

Kelda: FaroeSoccer

 

Savnsmynd frá 2025