Poul Nyrup Rasmussen: Marknatrætan viðgerast á politiskum plani

TÍÐINDAFUNDUR Á HOTEL HAFNIA, HÓSKVØLD: ? Vit hava í kvøld tosað um ymisk mál á uttanríkisøkinum, eitt nú um hvussu vit kunnu loysa marknamálið - saman við bretum. Eisini hava vit tosað um, hvussu vit kunnu fáa betri marknaðaratgongd til ES, eins og eg havi greitt Poul Nurup Rasmussen frá búskaparligu støðuni í Føroyum

Hetta segði Anfinn Kallsberg m. a. á tíðindafundinum á Hotel Hafnia í kvøld.


? Eg segði, tá eg var her í januar, at eg kom aftur, tá bankamálið varð loyst - seinni í ár ? og nú er tað loyst, segði forsætisráðharrin.

? Eg gleði meg at koma aftur higar á almenna vitjan saman við konu míni Loni seinni, sum løgmaður hevur boðið mær.


Anfinn Kallsberg greiddi eisini frá, at málið um markið millum Bretland og Føroyar varð tikið upp politiskt fyrr í ár av undangongumanni hansara, Edmundi Joensen.


? Vit eru nú samdir um, at málið skal viðgerast víðari á politiskum plani.


Poul Nyrup Rasmussen greiddi frá, at hann í juni í ár hitti Tony Blair, forsætisráðharra Bretlands, og at teir eisini tosaðu um marknatrætuna við Føroyar.

? Vit vóru báðir samdir um, at vit skuldu finna eina skilagóða loysn á málinum, segði Poul Nurup Rasmussen.