John Johannessen
Í gjár klokkan hálvgum tvey hittust løgmaður og danski ES-kommiserurin fyri menning og neyðhjálp, Poul Nielson, til ábit í Tinganesi.
Poul Nielson er komin til Føroya á kunningarferð, eftir at løgmaður seinasta summar beyð honum at kona á vitjan.
Á ferðini í Føroyum skal danski ES-kommiserurin kunna seg um føroyskt vinnulív og viðurskifti Føroya við ES. Poul Nielson skal í hesum sambandi, saman við ferðalagi sínum, vitja Havsbrún í Fuglafirði, rækjuvirkið á Oyri og Royndarstøðina í Kollafirði. Harafturat skal danski ES-kommiserurin vitja á Fróðskaparsetrinum og í Kirkjubø.
Í gjár hevði Poul Nielson fund við landsstýrið og síðani við uttanlandsnevndina. í gjárkvøldið beyð løgmaður honum við fylgi til døgurða á Hotel Hafnia.
Saman við Poul Nielson í Føroyum eru konan, Anne-Marie Nielson, og Claus Haugaard Sørensen, skrivstovustjóri.