Poul Michelsen, fyrrerandi borgarstjóri: Ov lítil áhugi

Eitt greiðari uppgávubýti millum land og kommunur, har fleiri uppgávur verða lutaðar út til kommunurnar, vil geva eitt betri kommunalt fólkastýri, heldur Poul Michelsen, fyrrverandi borgarstjóri

Áhugin millum manna fyri kommunalpolitikki er ov lítil.
Tað heldur í øllum í løgtingsmaðurin fyri Fólkaflokkin Poul Michelsen. Hann var borgarstjóri í Tórshavnar kommunu árini 1981 til 1992. Hann heldur ikki, at kommunalpolitikkurin er broyttur til tað verra sum so, men áhugin er ikki tann sami.
? Tað fyrikemur mær, at fólk eru minni áhugaði í kommunalpolitikki nú enn áður.
? Tað kann vera tann nýggja kommunulógin, sum hevur ábyrgdina av tí. Áður var tað meira frælst, hvat kommunurnar tókust við, men nú er tað meira fastlæst, sigur Poul Michelsen.
Eitt greiðari uppgávubýti vil gera tað meira spennandi at fylgja bý- og bygdaráðspolitikki og eisini skapa størri áhuga fyri at vera við, har avgerðirnar verða tiknar í bý- og bygdaráðum.
Spurdur, sigur fyrrverandi borgarstjórin, at hann ikki metir størri samsýningarnar til býráðs og bygdarráðslimir fara at skapa størri áhuga.
? Tað er serliga typur av fólki, sum leggja sína orku í tílíkt arbeiði, og tað er ikki fyri pengarnar, sigur Poul Michelsen.
Uppgávur út til kommunurnar
Tvey viðurskifti eru serliga avgerandi fyri at skapa betri kommunalviðurskifti, sambært Poul Michelsen: Størri kommunalar eindir og at kommunurnar átaka sær fleiri uppgávur.
Og hesi bæði viðurskifti er eisini nær tengd at hvørjum øðrum.
? Uppgávubýtið millum land og kommunu er avgerandi. Kommunurnar mugu eisini hava eina umsitingarliga tyngd fyri at taka sær av uppgávunum, og hetta ber bert til við at leggja saman, sigur Poul Michelsen.
Listin yvir øki, ið kommunalar kreftir skulu hava ræðið á heldur enn landsmyndugleikar, er langur, sambært fyrrverandi borgarstjóranum. Bæði eldrarøkt, barnavernd, fólkaskúli og fleiri aðrar tænastur eiga at gerast partur av kommunaluumsitingini.
? Velja kommunur ikki at leggja saman, so ber illa til at fáa røkt uppgávurnar. Smærru bygdirnar fáa ikki minni ávirkan við at leggja saman - tvørturímóti. Avgerðirnar verða antin tiknar í stórum kommunum ella av landsmyndugleikunum, sigur Poul Michelsen.
Smærru útoyggjakommunur-nar skulu skipast fyri seg, heldur Poul Michelsen.
? Útoyggjakommunurnar, eitt nú Svínoy, Fugloy og Skúvoy eru nakað heilt serligt. Tær mugu hava eina serliga skipan, undir einum landsstýrismanni, har tær skulu bjóða tær neyðugu tænasturnar og hava neyðugu karmarnar í lagi, sigur Poul Michelsen.
Skattaskipanin broytast við
At kommunurnar skulu hava fleiri uppgávur, merkir, at inntøkurnar skulu vera fleiri.
? Kommunurnar skulu sjálvandi hava peningin til at loysa hesar uppgávurnar, og inntøkurnar hjá landinum skulu minka tilsvarandi, sigur Poul Michelsen.
Hann hevur ikki nakran konkretan býtislykil í tonkunum.
? Mugu skatta sjónarmið eru ikki so fýrakantað. Fólk skulu sjálvandi ikki rinda meira enn hálvtrýss prosent í skatti. Tað týdningarmesta er, at vit fáa skipað eitt greitt uppgávubýti sum tænir borgarunum, landinum og kommunum best, sigur Poul Michelsen.