- Nú eg um stutta tíð fylli 71, er gott “onga” ábyrgd at hava umborð longur.
Tað sigur Poul Menning Petersen, sum í løtuni siglir sum kokkurin við handilsskipinum, Hav Nordic.
Sjómanstrúboðarin hevur vitjað umborð, og hann hevur í hesum sambandi eisini lagt ein greinastubba út á Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini.
- Eg byrjaði sum skipari í reiðarínum Frakt & Sand í 2002 og havi siglt við fleiri av teirra skipum. Síðstu árini havi eg siglt sum avloysari og taki onkran túr av og á sum stýrimaður ella sum kokkur og dekkari.
Hann sigur, at honum dámar væl at kokkast, og tað gjørdu pápin og abbin eisini. So, kanska er hetta ein familjusjúka, heldur Pól Menning Petersen skemtandi fyri.
Sjálvandi hava øll meiri og minni ábyrgd umborð á einum skipi. Poul Menning Petersen gjørdist sjálvur stýrimaður í 1969 og skipari í 1990. Sostatt hevur hann havt bæði ábyrgd og høvuðsábyrgd í mong ár.
- Nú, eg havi verið á "landsliðnum" í nøkur ár, er gott, at ábyrgdin er minkað, heldur hann fyri.
Seks mans eru við Hav Nordic, og teir eru umborð í seks vikur og hava so frí í seks vikur.