Poul Jacob Lundsbjerg 70 ár

23. august verður Poul Jacob Lundsbjerg í Fuglafirði, 70 ár.

Poul Jacob er kendur harmonikuspælari og hevur henda verið við honum í mongum her í lívinum. Seinastu mongu árini hevur Poul Jacob nýtt síni evnir, sum harmonikuspælari, í Guds tænastu. Kanska fyrst og fremst sum kórleiðari fyri mannskórið í Fuglafirði. Saman við 20-30 monnum, hevur hann reist runt í landinum og sungi gleðiboðskapin fyri mongum. Tað merkist at sangur teirra kemur frá hjartanum.

Í 5 ár var Poul Jacob leiðari á Kafé Blákrossstovuni í Havn. Eisini her kom harmonikan til sín rætt, kanska serliga til sangløturnar mánakvøld - men varð brúk fyri meira enn hesum kynstrinum í tí starvinum. Mangan kravdist tol, men so sanniliga eisini viðhvørt ein føst og avgjørd hond. Tað sást skilliga at Poul Jacon er húsligur og røkin. Hetta gekk hann ógvuliga høgt uppí. Mangan var konan, Rannveig, honum eisini góður stuðul í arbeiðinum á Kaféini. Í starvi sínum tók Poul Jacob sær mangan av teimum, sum ikki so nógv onnur hava hug at vera saman við. Takk fyri tað, Poul Jacob!

Poul Jacob hevur heldur ongantíð krógva, at einaferð í lívinum gjørdis rúsdrekka ein trupulleiki, sum førdi við sær, at mest sum alt í lívinum fór í upploysn. Í Blákrossblaðnum nr. 2 frá 2004 er stór samrøða við Poul Jacob. Har sigur hann m.a. : ”Rúsdrekka kom inn í mítt lív, sum nakað stuttligt, sakleyst og spennandi, men tað endaði við, at gerast ein sonn marra.” Men hjá honum, sum hjá so mongum, so er broyting møgulig, hóast alt sær vónleyst út. Og lívið hjá Poul Jacob broyttist fullkomuliga.

Við hesum fáum orðum ysnkja vit tær hjartaliga tillykku við føðingardegnum, Poul Jacob, við ynski um Guds ríku signig yvir lívsleiðina.


Vegna Bláa Kross Føroya

Hjalmar Hansen, aðalskrivari