At hetta navn kom til Føroyar, er orsakað av eini skemtiligari søguligari hending, nevniliga henni við hundadagakonginum í Íslandi. Ein danskur ævintýrari, Jørgen Jürgensen, framdi eitt kvett og gjørdi seg til íslendskan kong í 1809, men hann sat bert knappar tveir mánaðir. Leiðarin av hirðini hjá Jørundi var Jón Guðmundsson Effersøe. Eftir at danska valdið var endurskipað í Íslandi, kom tað at hava so ringt eyga á Jón, at hann endaði í Føroyum. Her hevði hann tað annars heldur ikki hevði tað so lætt mótvegis donsku myndugleikunum vegna sína fortíð. Men hann giftist í Føroyum og fekk fleiri børn. Hann fekk tó arbeiði hjá kongaliga handlinum takkað verið handilsforvaltaran Jákup Nolsøe, og síni seinastu ár búði hann í Mettustovu í Havn.
Ein sonur Jón var Gudmund, sum giftist við Katrinu Müller. Hon var systir sýslumannin H. C. Müller, og hon var eisini systir Inger Müller, sum vit hava umrøtt í greinarøðini av Sundi.
Tey fingu tríggjar synir, Rasmus, Oliver og Poul. Grøvin hjá Rasmussi er longu umrødd í samband við 150 ára dagin fyri føðing hansara. Oliver, sum gjørdist kendur politikkari, koma vit til aftur seinni, men hesa ferð fara vit at umrøða Poul.
Hann er umrøddur í bókini um Jørund hjá Jógvan Arge, sum tann ið fekk fótbóltin til Føroyar, og sum tann ið tók stig til at stovna TB í 1892.
Annars er keldan til hesa grein minningarorð, sum stóðu í Dimmalætting. Poul var føddur 24. januar 1871 og doyði 11. mars 1926. Tískil gjørdist hann bert 55 ára gamal.
Poul var føddur í Trongisvági, har pápin var sýslumaður, men hann gekk í skúla í Havn. Síðan fór hann til Danmarkar, har hann tók studentsprógv í Sorø við sera góðum karakteri.
Hann fór eisini at lesa løgfrøði, og her fekk hann eisini prógv við hægsta karakteri.
Hann arbeiddi nøkur ár í Keypmannahavn, men gjørdist sjúkur og kom heim til Føroya, her hann byrjaði at virka sum sakførari, og hann gjørdist landsrættarsakførari. Eitt ár, áðrenn hann doyði, kastaði hann saman við ein annan sakførara, nevniliga Simons, sum gjørdust kendur sum andstøðumaður hjá Janusi Djurhuus.
Dimmalætting skrivar, at »da Poul Effersøe kom hjem til Færøerne eftet at have sluttet sine juridiske studier med embedseksamen var han en af de smukkeste ynglinge, man kunde se. Høj og velvoksen og med en sportsmands trænede legem, en ung mand, man måtte have de største forhåbninger til, og sikkert har han også sat sit livs mål højt.«
Men soleiðis skuldi ikki gangast. Hann gjørdist sjúkur, og sum tað skilst gjørdist bardagin móti sjúkuni ein stórur partur av hansara lívi.
Hann gav nevniliga ikki upp, og tað hevur eisini verið sagt um hann, at stórur partur av hansara arbeiði varð gjørt í sjúkrasongini.
Hann hevði eisini stóran áhuga fyri poltikki og fylgdi væl við í heimspolitikkinum, og tey vóru fá, sum høvdu sama skil sum Poul fyri, hvat ið gekk fyri seg úti í heimi. Sama áhuga hevði hann fyri tí, sum gekk fyri seg heima á landi. Sum sakførari fekk hann eisini gott innlit í korini hjá fólkini, og hann vildi fegin virka fyri at fáa hesi bøtt.
Hetta merktist, tá ið fólk komu at vitja hann í arbeiðsørindum. Hann nýtti tá eins nógva tíð at práta við sínar klientar um persónlig viðurskifti, sum hann hevði stóran áhuga fyri, sum um sjálva sakina.
Poul hevði eisini áhuga fyri havabrúki, og hann hevði ein urtagarð kring síni hús, og var hesin, sum tað skilst, ein tann vakrasti í landinum. Hann var eisini so frammalaga, at hann bygdi sær eitt vakstarhús í havanum, har han aldi »en mangfoldighed af Planter og havde sin Glæde at prøve hvad han her kunde fremelske.«
Umframt hetta var hann eisini ein elskari av fugli, sum hevði hansara stóra áhuga. Hendan áhugan kann hann hava fingið frá mammubeiggjanum H. C. Müller, sum var ein rættiligur serfrøðingur á hesum øki.
Dimmalætting endar við at orðunum:
Han bortgang vil af mange på vore øer føles som et stort tab. Hans venner vil begræde ham, da de ved ham mistede en god og kærlig ven. Vor befolkning i sin helhed vil begræde ham, idet de i ham mistede en af sine store. Han var stor i sin virksomhed, men dog større som menneske. Over sorgen ved hans bortgang skal vi ikke glemme glæden over, at han var en af vore.
Vit koma aftur til skipið Rasmus Effersøe. Reiðarin Gudmund, er abbasonur Gudmund Mortensen. Hann var sonur Josefinu, sum var dóttir Gudmund Effersøe. Abbi hansara var Guðmund Jónsson á oynni Effersey við Reykjavík.
Næsta grøvin vit umrøða er hjá Elin og Mourits Rubeksen hjá Gamla Rubekk.