Norska sjóverjan tók um vikuskiftið portugisiska trolaran Praia De Santa Cruz, tí tað vísti seg, at trolarin hevði 50 tons meiri í lastini, enn hann hevði givið upp.
Trolarin, sum hevur roynt við Svalbard, varð tikin leygardagin, og hann er nú á veg til Tromsø saman við sjóverjuskipinum Sortland. Í Tromsø verður málið latið løgregluni.
Norska kringvarpið sigur, at hetta er ikki fyrstu ferð, at sjóverjan hevur tikið Praia De Santa Cruz (myndin) fyri brot á veiðireglurnar við Svalbard, og at aðrir trolarar hjá sama reiðaríi eru tiknir og sektaðir fyrr.