Portrið í Saksun er tikið niður

Festarin vil ikki hava, at portrið skal blíva eitt jarnbrot hjá politisku myndugleikunum og Visit Faroe Islands

Tað sigur festarin André Kruse sambært Norðlýsinum.

 

Norðlýsið skrivar, at beinleiðis orsøkin er, at festarin ikki vil lata gjaldsportrið blíva eitt jarnbrot hjá politisku myndugleikunum og Visit Faroe Islands til at lóggeva hópferðavinnu til Føroya.

 

Sambært uppskotinum hjá landsstýrinum um burðardygga ferðavinnu skulu ferðafólk, sum koma til landið, rinda 150 krónur í ferðaavgjaldi, sum verður býtt út aftur m. a. til bøndur og festarar kring landið, og gjaldportur verða beinleiðis bannað.

 

Lesið greinina í Norðlýsinum her:

 

Portrið í Saksun er tikið niður

 

– Men portrið í Saksun skal ikki longur verða ein umbering fyri slíkan politikk, skrivar Norðlýsið.

 

Sambært Norðlýsinum varð gjaldportrið sett upp fyri at tálma nógvu ferðsluna út á Sand og út á Lógv.

 

Portrið verður nú sum áður eitt vanligt hagaportur, og uppgávan at verja økið er latin mynduleikunum.