Nýggi lestrarportalurin, www.o.fo, varð kunngjørdur seinnapartin í dag. Portalurin vil betra um lestrarupplivingina og skal ætlandi stuðla og hjálpa teimum lesandi í Føroyum. - Í skrivandi stund eru longu nógvar tænastur, ið kunnu nýtast ókeypis. Eitt nú hevur tú atgongd til allar orðabøkurnar hjá Sprotanum. EIsini er føroysk orðabók, roknimaskina, umsetingar og gjaldoyra roknari. Ikki minst hava vit eina síðu við praktiskum tilfari til skúlagongdina, skrivar portalurin á síni heimasíðu. Tað verður lagt afturat, at útboðið verður størri komandi tíðina.










