Samfelagsliga provokerandi sendingin Vinstra Víkiskylda er á skránni aftur í dag, og hesu ferð er evnið porno Í seinastu sending av Vinstru Víkiskyldu var kjakast um rúsevnir, har millum annað tveir ungir menn greiddi frá sínum royndum við rúsevnum. Ætlanin var at ein lækni skuldi verða í rásarúminum í dag og greiða eitt sindur frá tí læknaliga aspektinum av rúsevnum, men vegna forfall verður eingin lækni í rásarúminum í dag. Tó er ætlanin, at sendingin í komandi viku skal koma inn á hetta evni, og tá verður undir øllum umstøðum ein lækni í rásarúminum, ið kemur at svara øllum spurningum kring rúsevnir, og fáa greiðu á teimum ymsu mytunum sum eru kring evni.
Sendingin í dag fer at snúgva seg um porno. Í tí sambandi kemur føroyska ð modellin Connie Brockie í rásarúmi, umframt at ein samrøðu verður við sjálvan ?ð-mannin? Jógvan á Høvdanum yngra. Tosa verður við ein løgfrøðing, ið greiður frá føroysku porno lóggávuni, umframt at ein prestur kemur í rásarúmi, at greiða frá sínari hugsan um porno.
Provokerandi sum altíð verður Vinstra Víkiskylda á skránni aftur í dag kl. 15.15 til 17.00. Vertir eru Barbara Holm og Tjóðhild Paturson
Rás2 ? títt radio