Populistiskir politikarar

Tríggjar mánaðir eftir at útgjaldið er hækkið, vil Jákup Mikkelsen nú hava meira úr Samhaldsfasta. -Populistar, sum royna at vinna bílig poeng, sigur formaðurin í S&K felagnum Formaðurin í S&K felagnum, Pætur Niclasen, heldur lítið um útsagnirnar hjá Jákup Mikkelsen, formanni í tingbólki Fólkaflokksins, um at hækka útgjaldið úr samhaldsfasta eftirlønargrunninum.

Í viðmerking um áhaldandi útsagnir frá løgtingslimum um at hækka útgjaldið úr samhaldsfasta eftirlønargrunninum, mælir hann til at partarnir á arbeiðsmarknaðinum, tey sum rinda í grunnin, sleppa at umsita hann.

»Populistiskir politikarar«, »bílig poeng« og »varpa ljós á seg sjálvan« eru nøkur av orðunum, hann nýtir. Pætur Niclasen sigur soleiðis:

- Nú hendi tað aftur. Ein løgtingsmaður brúkar samhaldsfasta eftirlønargrunnin til at varpa ljós á seg sjálvan. Hetta við at lova at hækka útgjaldið úr samhaldsfasta eftirlønargrunninum, bert tríggjar mánaðir eftir at útgjaldið úr grunnunum er hækkað.

- Hetta úttalilsið varpar aftur ljós á tað óhepna í at Løgtingið stýrir grunninum. Tað vilja altíð verða populistiskir politikarar, sum vilja royna at vinna sær nøkur bílig poeng við tílíkum útsagnum.

- Lat grunnin liva sítt egna lív eftir einari endamálsorðing, og lat tey, sum rinda til grunnin, umsita hann. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum. So verður samhaldsfasti eftirlønargrunnurin ikki brúktur ella misbrúktur í tíð og ótíð av flokkum ella av einstøkum politikarum.

- Lat okkum standa saman um og styrkja samhaldsfasta eftirlønargrunnin sum eitt gott samhaldsfast ískoytið til ta almennu fólkapensiónina.

Hetta sigur Pætur Niclasen í viðmerking til útspælið frá Jákup Mikkelsen.