Russiska tíðindastovan sigur, at 132 fólk vórðu umborð, og øll doyðu, tá ið flogfarið hjá pólska forsetanum datt niður í russiska býnum Smolensk. Í morgun er flogfarið hjá pólska forsetanum, Lech Kaczynski, dottið niður. Forsetin og konan vóru millum tey 132, sum vóru umborð. Pólska tíðindastovan, PAP, skrivar, at eingin er komin livandi frá vanlukkuni í russiska býnum Smolensk, sum er stutt frá markinum millum Russland og Polen.
Guvernørurin í Smolensk hevur í russiskum sjónvarpi greitt frá, at flogfarið tók í krúnurnar á trøum, tá ið tað skuldi lenda. Hetta var hálvan annan kilometur frá sjálvari lendingarbreytini.
Eldur kom í flogfarið, sum datt niður og fór í smildur. Eingin kom livandi frá hesum, hevur Sergei Antufiev, guvernørur, sagt í russiskum sjónvarpi.
Mjørkin lá tjúkkur yvir økinum.
Umframt forsetahjúnini vóru varauttanríkisráðharrin og hernaðarovastin umborð á flogfarinum. Pólskt útvarp vil vera við, at tvíburði forsetans, fyrrverandi forsætismálaráðharrin Jaroslaw Kaczynski var við flogfarinum, og at eisini fleiri aðrir lyklapersónar í Polen vóru í ferðalagnum.
Ferðalagið var á veg til Russlands fyri at minnast, at tað eru 70 ár síðani, at sovjetiskt hernaðarlið framdi hópdráp móti pólskum statsborgarum í Katyn. Fleiri enn tjúgu túsund pólverjar lótu lív í hesum hópdrápinum.