Pólland og Frakland víðari til millumspælið

Vertstjóðin og verandi evropameistararnir hava longu tryggjað sær víðari luttøku

Í EM-endaspælinum í manshondbólti hevur vertstjóðin Pólland vunnið seg víðari til millumumfarið. Tað hevur verandi evropameistarin, Frakland eisini.

 

Frakland og Pólland hava í bólki A tryggjað sær fýra stig hvør. Hini bæði liðini, Makedonia og Serbia hava enn einki stig fingið. 

 

Frakland vann ein tryggan 36-26 sigur á Serbia. Í stegðinum var Frakland á odda 19-16. Pólland vann eina spennandi uppgerð ímóti Makedonia við einum teprum 24-23 sigri. Makedonia var á odda 13-11 í steðginum, og serliga Kiril Lazarov, sum skeyt átta mál helt Makedonia inni í dystinum, men Pólland sigraði at enda við einum máli til stóra gleði fyri heimafólkið.

 

Týsdagin spæla Makedonia og Serbia um hvør skal fylgja Póllandi og Fraklandi í millumumfarið. Pólland og Frakland spæla um tvey stig aftrat at taka við sær í millumumfarið. Tey trý liðini, ið koma víðari til millumumfarið taka innanhýsis stigini við sær í millumumfarið.

 

Støðan í bólki A er hendan : 

 

1Frakland220066:494
2Pólland220053:514
3Makedonia200246:540
4Serbia200254:650