Politistur í Grønlandi handtikin

Hann er skuldsettur fyri brot á lógina um rúsandi evni Ein politistur í Maniitsoq í Grønlandi er skuldsettur fyri at hava brotið lógina um rúsandi evni, skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq.

Í grundlógarhoyri varð hann varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Varapolitimeistarin Morten Nielsen ásannar yvir fyri blaðnum, at hetta er eitt sera keðiligt mál, men at tað ikki ger nakran mun, at talan er um ein politist.

Starvsfólk hjá politimeistaraembætinum í Nuuk fóru við báti til Maniitsoq og tóku mannin, sum nú situr í Nuuk.

Eingin illgruni er til onnur starvsfólk á støðini í Maniitsoq.