NATO
Jón Brian Hvidtfeldt
Spurningurin um hernaðarligu støðu Føroya í heimssamfelagnum skal takast upp av nýggjum. Orsøkin er ítøkiliga ætlanin hjá NATO at útbyggja radarasamskiftiskervi í Norðuratlantshavi, tann sonevnda SSSB-FAR ætlanin.
Løgmaður varð kunnaður um málið, sum annars stavar heilt aftur frá 1984, fyri góðum hálvum øðrum ári síðan, og hevur síðan biðið Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um sítt tilmæli. Men Uttanlandsnevndin hevur víst málinum frá sær við tí grundgeving, at løgtingið tilsamans fýra ferðir, seinast í 1984, hevur samtykt, at Føroyar skulu ikki vera við í nøkrum hernaðarligum samskifti.
Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur síðan boðað frá, at spurningurin skal takast upp í einum aðalorðaskifti í løgtinginum, og síðan skal løgtingið taka støðu til hernaðarsamtyktirnar.
Men longu nú tykist meiriluti vera fyri at broyta gomlu hernaðarsamtyktirnar. Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin siga seg allar vera fyri at fremja broytingar, meðan Javnaðarflokkurin enn ikki hevur tikið støðu til málið.
Hergeir Nielsen, tinglimur fyri Tjóðveldisflokkin, sum eisini er formaður í Uttanlandsnevndini, metir, at illa ber til at halda fast við hernaðarsamtyktirnar.
- Tað ber illa til at halda fast við samtyktirnar, nú kalda kríggið er av, og hernaðarliga myndin av heiminum er so nógv broytt, sigur Hergeir Nielsen, og vísir á, at løgtingið eigur at viðgera málið í hesum ljósi.
Óli Breckmann, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, sigur, at Fólkaflokkurin hevur eina greiða støðu í hesum mál, og vil gera alt fyri at varðveita friðin í okkara parti av heiminum. Hann metir tí, at ítøkiliga NATO-ætlanin, sum nú liggur á borðinum, er eitt gylt høvi hjá Føroyum at fáa ein virknari lut í altjóða politikki. Hann vísir á, at føroyingar alt ov leingi hava stungið høvdið í sandin og hava ikki viljað tikið støðu til mál av tílíkum slag.
- Sjálvur havi eg altíð hildið, at tað hevur verið ein óvani við hesum hernaðarsamtyktunum, sigur Óli Breckmann, og leggur afturat, at principielt hevur Fólkaflokkurin einki ímóti at broyta hernaðarsamtyktirnar.
Johan Dahl, tinglimur fyri Sambandsflokkin og limur í Uttanlandsnevndini, sigur, at Sambandsflokkurin sær ongan trupulleika í at broyta hernaðarsamtyktinar.
- Vit noyðast at laga okkum til nútíðina. Vit eru jú vard av NATO, skuldi okkurt borist á, og tí eiga vit eisini at vera við, sigur Johan Dahl. Persónliga heldur Johan Dahl, at tað ikki eigur at vera nakar trupulleiki fyri Føroyar at lata NATO sleppa at seta upp radarmastrar á Eiði.
Katrin Dahl Jacobsen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin og limur í Uttanlandsnevndini, heldur eisini, at løgtingið eigur at taka støðu til hernaðarsamtyktirnar av nýggjum. Hon sigur, at enn hevur Javnaðarflokkurin ikki tikið endaliga støðu til, hvørt hernaðarsamtyktirnar eiga at broytast ella ikki, men málið verður tikið upp í flokkinum. Katrin Dahl Jacobsen metir, at NATO-málið hevur noytt føroyskar politikar at viðgera hernaðarligu støðu Føroya av nýggjum, og at løgtingið eftir eitt aðalorðaskifti hevur skyldu at hava eina støðu til spurningin.
Løgmaður skal útvega fleiri upplýsingar
Hergeir Nielsen úr Tjóðveldisflokkinum sigur, at Anfinn Kallsberg eigur at útvega nógv fleiri upplýsingar um hernaðarmálið, enn tær, sum Uttanlandsnevndin higartil hevur fingið, áðrenn málið skal til aðalorðaskifti. Hergeir Nielsen metir, at allir viðkomandi spurningar í viðurskiftunum millum Føroyar og NATO eiga at leggjast á borðið, so til ber at fáa eitt grundleggjandi orðaskifti um alt NATO-málið.
- Eitt aðalorðaskifti er í sær sjálvum ikki nokk. Sum er hava vit bara fingið nakrar upplýsingar um hesa ítøkiligu ætlanina hjá NATO á Eiði, men vit hava framvegis tørv á upplýsingum um búskaparligu avleiðingar av virkseminum hjá NATO í føroyskum øki, bæði fyrr og eisini í framtíðini, sigur Hergeir Nielsen. Hann sigur, at fáast ikki fleiri upplýsingar á borðið, so fer hann ikki at taka undir við at loyva NATO at byggja út á Eiði.
Málið viðgerast skjótast gjørligt
Teir fýra stóru flokkarnir eru samdir um, at løgtingið eigur at viðgera framtíðar, hernaðarligu støðu Føroya skjótast gjørligt, og meta allir, at aðalskifti eigur at vera, møguliga longu í heyst. Formaðurin í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, Hergeir Nielsen, sigur, at hann, eftir vitjanina hjá danska verjumálaráðharranum, kennir tað sum um danir vilja hava at vita føroysku støðuna rímiliga skjótt.