Politisk viðmerking frá Javnaðarflokkinum

Í kjalarvørrinum av tí, sum bæði løgmaður og varaløgmaður alment hava boðað frá um lønarhækkingina á almenna arbeiðsmarknaðinum, skal Javnaðarflokkurin gera greitt, at flokkurin er hart ímóti og als ikki góðtekur at lóggivið verður ímóti einum gjørdum sáttmála

Undir orðaskiftinum um fíggjarlógina hava bæði løgmaður og varaløgmaður og eisini onnur tingfólk róð framundir, at feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum ikki hava víst samhaldsfesti, tí lønirnar hækka. Nøkur teirra hava so eisini mælt til, at rættast var at farið í tingið og við lóg strikað lønarhækkingina upp á 3% frá 1. okt. í ár.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum stóð fyri samráðingunum við feløgini um spurningin um at bíða við lønarhækkingini í eitt ár. Hetta hevði spart 60 mió. kr. á fíggjarlógini,..

Hesar samráðingar eydnaðust ikki, soleiðis sum landsstýrið ynskti, og sum ávís feløg eisini høvdu rímiligt forstáilsi fyri. Ein av tungu grundgevingunum hjá nøkrum av feløgum fyri ikki at ganga landsstýrinum á møti var, at landsstýrið hevði ætlanir um at seta tunnilsverkætlanir fyri hundraðtals milliónir í verk, samstundis sum feløgini ikki fingu teirra sáttmálaavtalu uppfylta.

Javnaðarflokkurin tekur hetta úrslit til eftirtektar. Samstundis standa vit við okkara orð um, at vit ikki fara inn og lóggeva ímóti einum gjørdum sáttmála, sum landsstýrið sjálvt hevur undirskrivað.

Fyrst og fremst skal avtalurætturin virðast. Um ikki, so gera vit okkum inn á eina gamla hevdvunna siðvenju, og vit gera okkum inn á tað álit, sum er bygt upp millum feløgini og Fíggjarmálaráðið.