– Løgmaður hevur gingið hond í hond við Kára P. Højgaard um at skapa hesa politisku undantaksstøðuna, sum vit mugu siga, er íkomin, sigur Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi.
Hon hevur fleiri ferðir funnist at tí, sum er hent í málinum um Eysturoyartunnilin, og nú Kaj Leo Johannesen, løgmaður, biður Kára P. Højgaard, landsstýrismann í innlendismálum, um eina frágreiðing um viðmerkingarnar hjá embætismonnunum í Innlendismálaráðnum, finst hon aftur at.
Kristina Háfoss vísir á, at hóast løgmaður sigur seg einki kenna til hesar viðmerkingar, sigur hon bæði løgtingspolitikarar og fjølmiðlar hava vitað, at hetta upprit frá fakfólki í Innlendismálaráðnum var til, og at roynt hevur verið í vikuvís til fánýtis at fáa innlit í hesar viðmerkingar.
Hoyr samrøðu við Kristina Háfoss við at trýsta á pílin undir myndini omanfyri.
Løgmaður: Eg fái eina frágreiðing um nakrar dagar
Høgni Hoydal: Løgmaður má leggja frá sær