Løgmaður má leggja frá sær

– Tað er greitt, at løgmaður má leggja frá sær, og at bæði hann og Kári P. Højgaard mugu ábyrgdast fyri at hava brotið sínar skyldur sambært lóg um ábyrgd landsstýrisins.

 

Tað er eisini niðurstøðan hjá Høgna Hoydal, formanni í Tjóðveldi. Hann sigur, at andstøðan hevur verið klár við misáliti leingi.

 

– Men vit hava sjálvandi ansað eftir, at vit ikki geva samgonguni høvi at reinvaska landsstýrismannin við at atkvøða ímóti og harvið óbeinleðis geva honum álit. Og vit hava viljað havt alt fram - og hava brúkt øll amboð til tess. Landsstýrismálanevnd, fyrispurningar, trýst, egnar kanningar og annað.

 

Høgni Hoydal sigur, at orsøkin til tess er, at hetta er ikki bert ein spurningur um misálit á ein ávísan landsstýrismann.

 

– Hetta er ein nógv álvarsligari spurningur um lóg og landaskil og rættarligar avleiðingar sambært lóg um ábyrgd landsstýrisins, stýriskipanarlóg og tingskipan. Og her skulu allar avleiðingar takast og ábyrgd staðfestast sambært lóg um ábyrgd landsstýrisins. Og Løgmaður er tann, sum hevur ovastu ábyrgdina av hesum. Onki av hesum ófatiliga óskilinum kundi farið fram, um ikki ein løgmaður sat, sum stuðlar óskilinum og sleppur øllum sínum skyldum, vísir Høgni Hoydal á.

– Tí vilja vit sjálvsagt eisini tryggja, at leiklutur løgmans verður staðfestur og ábyrgdaður.

 

Høgni Hoydal sigur, at hann hoyrdi í Útvarpinum kl. 10 eina samrøðu við løgmann, har hann segði seg onki kenna til atfinningarsamar viðmerkingar móti lógaruppskotinum um at lata privatum felag einkarrætttil Sakálafjarðartunnilin. Hann segði eisini, at hann kundi ikki fylgja við øllum, men mátti hava álit á, at alt var í lagi.

 

– Til hetta er at siga, at nú má máti vera við, hvat Kej Leo Johannesen skal sleppa avstað við, sigur Høgni Hoydal, sum í sama viðfangi vísir á, at vit á in.fo hava skjalprógvað, at sjálvandi visti løgmaður um viðurskiftini.

 

– Løgmaður hevur rættarliga ábyrgd av at hava eftirlit við at landsstyrismenn fyrisita lógliga. Tað er hansara fremsta uppgáva. Og løgmaður hevur virkið afturvíst at steðga framferðini hjá landsstýrismanninum - m.a. kann vísast á hesi dømi afturat:

 

– Longu tá undiritaði og Aksel V. Johannesen settu fyrispurning um málið um miðjan juni – annars hevði málið helst aldri komið fram og landsstýrismaðurin hevði undirskrivað 27. juni – fingu vit jú svar, har landsstýrismaðurin helt upplýsingum frá Landsverk aftur. Hetta vardi løgmaður alment. Undir 1. viðgerð av lógaruppskotinum varð spurt óteljandi ferðir frá tingfólki beinleiðis til løgmann, um allir upplýsingar ikki áttu at koma fram. Hann vísti øllum frá sær.
 

 

– Fyri fleiri vikum síðani hava framstandandi løgfrøðingar sum Halgir W. Poulsen sagt alment í kringvarpinum, at tað er ólógligt at senda eitt lógaruppskot niðan uttan allar upplýsingar. Løgmaður hevur onki sagt ella gjørt.

 

– Og tann 16. august setti undirritaði hendan skrivliga §52a-fyrispurning til løgmann, sum hann skal svara í morgin 29. august.

 

SPURNINGURIN KANN LESAST VIÐ AT TRÝSTA HER


Høgni Hoydal heldur, at um løgmaður ikki nú – 28. august – hevur sett seg inn í málið og nústaðni í dag hevur biðiðum ein frágreiðing – ja, so hevur hann sjálvandi forsømt sínar skyldur.