Kaj Leo Holm Johannesen sigur seg einki vita um frágreiðingina frá serfrøðini í Innlendismálaráðnum, sum Sosialurin fekk innlit í í gjár.
Talan er um eina røð av viðmerkingum og atfinningum frá fakliga serkunnleikanum í føroyska løgmálaráðnum móti lógaruppskotinum hjá sínum egna landsstýrismanni.
Nú skjølini eru komin undan kavi, sigur løgmaður seg vilja hava eina frágreiðing frá landsstýrismanninum í innlendismálum.
Tað er tó greitt, at løgmaður visti um hesa frágreiðing, sum tær tríggjar deildirnar í Innlendismálaráðnum í felag hava skrivað.
Á forsíðuni í Sosialinum 9. august stendur, at ”Innlendismálaráðið dylir egna vitan”, og víðari í tekstinum á forsíðuni stendur, at føroyska løgmálaráðið er avmonterað í sínum egna lógaruppskoti um Eysturoyartunnil. Sum fakráð hevur Innlendismálaráðið gjørt sínar viðmerkingar, men hesar verða hildnar loyniligar.
Inni í blaðnum verður greitt frá, at løgdeildin, kommunudeildin og umhvørvisdeildin í Innlendismálaráðnum í felag hava gjørt sínar viðmerkingar til lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard.
Nella Festirstein, deildarstjóri á løgdeildini í Innlendismálaráðnum, váttar fyri blaðnum, at frágreiðingin finst, og eisini at deildirnar høvdu nógvar viðmerkingar.
Sosialurin bað um innlit og meirinnlit í frágreiðingina. Men innlitsumbønin var noktað við tí grundgeving, at talan er um viðmerkingar, sum bert hava verið ætlaðar til innanhýsis nýtslu.
Hesar upplýsingar hevði løgmaður 9. august. Tí kann tað ikki koma óvart á løgmann í dag, at henda frágreiðingin finst.
Í gjár fekk Sosialurin loksins innlit í viðmerkingarnar frá deildunum í Innlendismálaráðnum. Frágreiðingin kann lesast við at TRÝSTA HER.
Miðlahúsið hevur fyrrapartin roynt at fáa fatur á Kaj Leo Holm Johannesen, sum er staddur á ríkisfundi í Ishøj í Danmark, men tað hevur higartil ikki eydnast okkum.
Les eisini:
Her eru fjaldu fakligu ráðini til Kára P. Højgaard