Finnbogi Ísakson
Mær tykir, at heldur lítið kjak hevur verið í fjølmiðlunum um ta stóru ætlan, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, hevur við Landsbankanum og Hagstovuni. Stjórin, nevndin og umsjónarráðið hava havt eina góða frágreiðing í bløðunum um virki Landsbankans, og Kjartan Kristiansen hevur skrivað eina góðan grein um evnið. Annars hevur verið deyðatøgn. Er málið ov torført fyri journalistarnar ella hvat er tað?
Hetta er nevniliga eitt stórt mál, og tey tykjast annars at tróta hjá hesari samgonguni. Landsstýrismaðurin ætlar at leggja Landsbankan og Hagstovuna saman, og at leggja tey undir Fíggjarmálaráðið. Sum er hoyrir Hagstovan undir Fíggjarmálaráðið, meðan Landsbankin er óheftur av politiska valdinum og verður stýrdur av einum umsjónarráði, einari nevnd og einum stjóra.
Høvuðsuppgáva Landsbankans er at røkja tær uppgávur, sum Tjóðbankar hava í øðrum londum. Sjálvandi innan fyri tey mørk, sum Heimastýrislógin setir.
Landsbankin er óheftur av politiska valdinum. Longu í grein 1 í lógini um Landsbankan verður sagt, hvussu hann skal stýrast:
Bankin skal stýrast av einum umsjónarráði, einari nevnd og einari stjórn.
Stk. 2.Umsjónarráðið telur 11 limir, sum eru:
a) 5 limir valdir av Føroya Landsstýri eftir tilmæli frá Búskaparráðnum, harav minst ein skal vera búskaparfrøðingur, og ein skal vera løgfrøðingur. Hinir skulu umboða hvør sína vitan um samfelag og búskap.
b) 6 limir valdir av vinnufeløgum. Teir skulu hava hollan kunnleika til vinnuviðurskifti. Hesir limir kunnu ikki vera tinglimir. Teir skulu umboða vinnuna og tey, ið starvast í henni, á fjøl-broyttan hátt. Føroya landsstýri ásetur við kunngerð, hvussu nevndu 6 limir verða valdir.
c) Limirnir í umsjónarráðnum verða valdir fyri eitt 5 ára skeið. Fer limur frá, áðrenn val-skeiðið er runnið, verður nýggjur limur valdur fyri restina av skeiðin-um. Umsjónarráðið skipar seg sjálvt við formanni og næstfor-manni fyri 1 ár í senn.
Stk. 3. Nevndin telur 5 limir, sum eru:
a. Teir 2 undir stk. 2 nevndu, sum skulu hava ávikavist løgfrøðiligan og búskaparligan kunnleika.
b. 3 limir valdir av umsjónarráðnum við vanligum meiriluta
c. Nevndarlimirnir verða valdir fyri 1 ár í senn.
d. Nevndin skipar seg sjálv við formanni og næstformanni. Formaðurin og næstformaðurin kunnu ikki hava tilknýti til bankar ella sparikassar.
Stk. 5. Landsstýrið hevur eftirlit við, at bankin lýkur skyldur sínar sambært hesa lóg og viðtøk-urnar. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur rætt til at luttaka á fundum í umsjónarráðnum og í nevndini og til at fáa tær upplýsingar frá nevndini um viðurskifti bankans, sum hann biður um. Nevndin kann ikki taka avgerð í málum av ser-ligum týdningi, uttan so at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum frammanundan hevur fingið boð um, at viðkomandi mál skal viðgerast.
Tað er heilt skilligt, at Lands-bankin er óheftur, men at hann heldur ikki kann taka avgerðir uttan so, at landsstýrismaðurin veit av. Hetta er sama skipan sum í okkara grannalondum. Tó undraði tað meg, tá bankakreppan og onnur kreppa herjaði í Føroyum fyri 12-14 árum síðani, at danski Tjóðbankin var so tætt knýttur at stjórnini.
Tað var samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin frá 1975-79, sum gjørdi lógina um Landsbankan. Frammanundan høvdu tveir danskir serfrøðingar gjørt eitt tilmæli, sum Landsstýrið fylgdi í sínum lógaruppskoti. Annar serfrøðingurin, Bodil Nyboe-Ander-sen, er nú forstjóri í danska Tjóðbankanum. Tað tók tó níggju ár frá tí, at lógin varð samtykt, til Landsbankin varð settur á stovn.
Tjóveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin vóru altráir eftir at fáa ein landsbanka. Fólkaflokkurin var heldur ullintur.
Tjóðveldisflokkurin vildi hava ein tjóðbanka, sum skuldi hava heimild til at áseta kursvirðið. Tað var vanligt tá í tíðini, at krónuvirðið varð brúkt sum partur av fíggjarpolitikkinum. Best kenna vit hetta úr Íslandi, men tað hevur eisini verið nógv brúkt í øðrum londum, eitt nú í Bretlandi og Fraklandi í sekstiárunum og í Danmark í seinnu helvt av sjeytiárunum. Summir tjóðveldismenn droymdu um egið gjaldoyra, sum kundi verið niður-skrivað so mikið nógv, at ríkisstudningurin varð óneyðugur.
Javnaðarflokkurin vildi hava ein landsbanka, sum hevði tær nevndu uppgávurnar, men eisini hevði inn- og útlánsvirksemi.
Fólkaflokkurin var trekur, tí hann stúrdi fyri, at ein landsbanki fór at kappast við teir privatu bankarnar.
Sambandsflokkurin var hart ímóti, tí flokkurin kendi seg fullvísan í, at hetta var eitt týðandi stig fram ímóti loysingini og einum tjóðbanka, sum fór at lækka kursvirðið.
Nú sita Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin í samgongu. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er sambandsmaður og tekur tráðin upp: at taka Landsbankan av. Kunna hinir báðir flokkarnir í samgonguni, sum tóku tað megnartak at stovnseta Landsbankan, liva við tí?
Eg kann ugga sambandsmenn við tí, at Tjóðveldisflokkurin hevur - mær vitandi - onga ætlan longur um at fáa eitt føroyskt gjaldoyra við lágum kursi. Tvørturímóti harmaðist flokkurin um, at Danmark ikki góðtók evruna sum gjaldoyra. Á hesum øki haldi eg, at er altjóðarákið rætt: eitt felags, stabilt gjaldoyra.